Fyrimunakipanin Nordik360

Hvørjar fyrimunir fái eg við Nordik360?

Á øllum stigum í Nordik360 fært tú rentufyrimunir á útvaldum tænastum. Tú fært ókeypis Netbanka og harumframt stóran avsláttur av kortgjøldum, og tá ið tú skalt veksla gjaldoyra.

Við Nordik360+ ella Nordik360Premium fært tú enn fleiri fyrimunir. Les meira.

Hvussu gerist eg Nordik360-kundi?

Tú meldar teg til skipanina umvegis tín ráðgeva í BankNordik. Tá ið bankin góðkennir umsókn og tilmelding, er tað við støði í eini ítøkiligari kredittmeting og fíggjarviðurskiftum tínum ella familjunnar við bankan. ”Familja” skal skiljast sum í mesta lagi 2 vaksin, ið eru skrásett at hava sama bústað umframt børn yngri enn 18 ár, ið búgva heima.

Hvussu nógv spari eg við Nordik360?

Fyri at finna fram til tað stigið, ið hóskar til tín, og harvið vísa á ítøkiligar sparingar í tínum føri, er neyðugt at hava ein fund, har vit gjøgnumganga tíni fíggjarviðurskifti og talið á tænastubólkum. Út frá hesum kunnu vit síðani rokna út, hvussu nógv tú kanst spara.

Hvar síggi eg galdandi prísir fyri Nordik360?

Prísir, tænastur og fyrimunir eru at síggja í galdandi prísbók. Prísbókin er at finna her umframt á øllum deildum bankans.

Kostar tað at gerast Nordik360-kundi?

Nei, tað er ókeypis at gerast Nordik360 kundi.

Hvørja rentu kunnu tit bjóða mær, um eg gerist Nordik360-kundi?

Fyri hvørt stigið er eitt rentuspenni ásett fyri útlán og kredittir, ið eru fevnd av fyrimunaskipanini. Tá ið tú meldar teg til Nordik360, verður tú, út frá kredittmetingini, settur inn í rentuspennið á stignum, tú hevur meldað teg til. Rentuspennið sæst í prísbókini.

Hvørjum viðurskiftum verður hugt at, tá ið tit kredittmeta meg sum kunda?

Kredittmetingin verður framd við støði í ymiskum upplýsingum um teg, m.a. inntøkuviðurskiftum, ogn, skuld, nýtslu, aldri og fyrrverandi fíggjarviðurskiftum.

Hvussu verða míni samlaðu fíggjarviðurskifti roknað út?

Samlaðu fíggjarviðurskifti tíni við bankan verða roknað út sum ein samanlegging av:

  • Saldum á útlánum, innlánum, kredittum
  • Kursvirði á BankNordik virðisbrævagoymslum, ið eru knýttar at Persónligari PensjónsRøkt, Persónligari OgnarRøkt, Ráðgevingaravtalu og serstøkum ognarrøktaravtalum
  • Kursvirði á íløguprógvum
  • 1/3 av restskuldini á DLR-realkredittlánum, ið verða umsitin av BankNordik
Kann eg siga upp avtaluna, um eg ynski tað?

Tú kanst til hvørja tíð siga teg burtur úr fyrimunaskipanini uttan freist. Vanligu prísir bankans eru galdandi frá tí degi, útmeldingin fær gildi. Prísir bankans eru at finna í teirri til hvørja tíð galdandi prísbók, ið er at finna á her umframt á øllum deildum bankans.

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv