Nýtsluyvirlit

Hvussu geri eg av, hvørjar kontur skulu vera við?

Nýtsluyvirlitið vísir samlaðu útreiðslurnar av teimum kontum, sum tú hevur merkt sum favoritkontur

Tekur tú kontur úr ella leggur afturat tínum ‘favoritkontum’, hendir broytingin sjálvvirkandi í Nýtsluyvirlitinum. Broytingin sæst eisini í Kontuyvirlitinum.

Til ber at broyta favoritkontur undir Kontuinnstillingar.

Seinni verður eisini møguligt at broyta kontur í Nýtsluyvirlitinum, uttan at gera broytingar í Favoritkontur.

Hví eru onkrar av bókingunum bólkaðar undir ókent?

Onkrar bókingar eru, sum vit ikki kunnu bólka. Tær verða tí bólkaðar sum ókendar.
Tú hevur tó møguleika sjálv/ur at gera nýggjar bólkar og at flyta bókingar.

Soleiðis flytur tú bókingar millum bólkar
  • Far inn í Nýtsluyvirlitið: trýst á bókingina
  • Trýst á bólkamyndina
  • Vel bólk
  • Trýst á Skift bólk
Set inn spurning...

Set inn svar...

Hví eru 3 ringar ovast - hvat merkir tað?

Teir 3 ringarnir merkja:

  • Fastar útreiðslur
    Eru útreiðslurnar, sum eru tær somu ella næstan tær somu hvønn mðn. – t.d. húsaleiga, hiti, barnaansing v.m.
  • Skiftandi útreiðslur
    Eru útreiðslur, sum eru skiftandi, eitt nú innkeyp, og nýtsla annars til eitt nú húsarhald, klæði/skógvar, matstovur.
  • Útreiðslur tilsamans
    Fastar og skiftandi útreiðslur tilsamans.
Hvussu verður kortkeyp í ymsum handlum bólkað?

Handilin avger sjálvur, hvussu kortterminalurin verður skrásettur hjá Nets. Hendan skrásetingin sæst aftur í bólkingini í tínum nýtsluyvirliti. Tú hevur møguleika at umbólka bókingina til annan bólk.

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv