Tryggingar til børn

Við Barnavanlukkutrygd er barn títt tryggjað, um tað verður fyri óhappi ella fær skaða. Harumframt er barn títt ábyrgdartryggjað, um tú velur Familjutrygd.

 

Barnavanlukkutrygd

Barnavanlukkutrygd veitir endurgjald, um barnið er fyri óhappi og fær varandi mein. Um barnið t.d. fær tannskaða ella dettur og meiðslar seg á rulluskoytum ella rennihjóli, dekkar Barnavanlukkutrygd. Barnavanlukkutrygd veitir fulnað upp til 1 millión krónur - alt eftir hvussu álvarsom støðan er.

Familjutrygd

Við Familjutrygd er barn títt tryggjað, um tað er atvold til skaða á lutir hjá øðrum. Familjutrygd fevnir sostatt um ta ábyrgd, ið tú sum privatpersónur hevur.

Tryggingin rindar fyri mannskaðar, ið børn yngri enn 5 ár eru atvold til, um tann løgfrøðiliga ábyrgdin einans viðvíkur aldri ella seinu menningini hjá barninum. Á sama hátt verður goldið fyri skaða á lutir, í tann mun skaðin fer upp um 1.500 krónur.

Børn skulu sleppa at vera børn

Av tí at tit ikki kunnu halda eyga við børnunum allan sólarringin, er gott, at tit hava møguleikan at tryggja tey. 

Lívstrygging

Lívstryggingar lætta um – eisini hjá børnunum, um tú skuldi fallið frá. Fleiri møguleikar eru at tryggja tey, ið sita eftir.

  • Lívstrygging: útgoldið verður til tey avvarðandi, um tú doyrt.

  • Restskuldartrygging: verður nýtt at afturgjalda bústaðarlán, um tú doyrt.

NordikBørn

Góð ráð til foreldur

Vøggugáva

Børn tegner på Vitus papir

Lær við Vitusi

Tosa við okkum

Fá meira at vita um tínar møguleikar