Vitus

Hey hey!

Eg eiti Vitus. Eg eri ein steinkópur, og eg búgvi í sjónum – kanska tú hevur sæð meg ella onkran í míni familju úti á sjónum? Mín lívrættur er fiskur, og eg eti so nógvar, sum eg orki, so eg verði stórur og sterkur.

Eg hjálpi tær við at spara pening saman til tey tingini, ið tú ynskir tær. Í bankanum kanst tú fáa eina fína sparibússu, sum líkist mær – um tú ikki longu hevur fingið eina sparibússu, so minst til at fáa eina heim við tær, næstu ferð tú ert í bankanum við mammu ella babba. So kanst tú goyma tín pening í búkinum hjá mær, og tá búkurin er fullur av peningi, kanst tú koma í bankan at seta peningin inn á tína kontu.

Eg elski at spæla á sjónum og hava tað stuttligt. Um tú eisini hevur hug til at hava tað stuttligt, kanst tú biðja onkran vaksnan hjálpa tær at prenta nakrar tekningar av mær, sum tú kanst lita. Um tú gongur í skúla, eigi eg eina tímatalvu og nøkur lærukort við tølum, bókstavum, fjøllum, vøtnum og ættunum til tín.

Kærar heilsur
Vitus

Lærukort

Lærukort frá Vitusi gera tað stuttligari og lættari hjá skúlabørnum at læra at rokna, falda, skriva, stava og at læra um veður og vind. Lærukortini eru at fáa í bankanum, og til ber eisini hjá skúlum at fáa lærukortini til børnini. Kortini eru úr pappi, og tey eru gjørd soleiðis, at tey kunnu vera við í skúlataskuni hvønn dag. Tað tekur tíð at læra, og tí eru hol í kortunum, so tey lættliga kunnu hanga á vegginum, meðan barnið lærir.

Eisini ber til at prenta ymisku lærukortini og tekningarnar niðanfyri út við at trýsta á myndina.

Heinta lærukortini

Bókstavir

Á hesum lærukorti eru bókstavirnir allir uppsettir við væl kendum orðum. Til børn í 1. og 2. flokki.

Stóra og lítla tabel

Her ber til at læra at leggja saman og draga frá við at telja upp og niður. Til børn í 1. og 2. flokki.

Roknitalva

Her ber til at læra at leggja saman og draga frá við at telja upp og niður. Til børn í 1. og 2. flokki.

Tímatalva

Málreglur

Við málreglunum læra børnini nakrar vanligar reglur viðvíkjandi mállæru og stavseting. Til børn úr 4. flokki – og til restina av húskinum.

Fjøll og vøtn

Her kunnu børnini læra um hægstu fjøllini og størstu vøtnini í Føroyum. Til øll.

Ættirnar

Børnini læra um ættirnar og vindmegi, og kanska tey eisini læra at skilja veðurtíðindini í útvarpinum. Til børn úr 6. flokki – og restina av húskinum.

Prenta út og lita

Vitus

Bókstavarað

Vitus blinkar

Vitus spælir