NordikSolo

- tað besta til tín millum 18 og 28 ár

Vit hava savnað hópin av avsláttri, ókeypis tænastum og bestu fíggjarligu treytirnar til tín millum 18-28 ár.

Tá ið tú gerst limir í NordikSolo, fært tú atgongd til Solopakkan, har vit hava savnað tær bestu tænasturnar, ið gera gerandisdagin eitt sindur stuttligari og gera tað lættari hjá tær at hava yvirlit yvir tíni fíggjarviðurskifti. Harafturat fært tú ein persónligan ráðgeva, ið tú altíð kanst seta teg í samband við, um tær tørvar ráðgeving.

Tú verður somuleiðis kundi í Ungdómsbankanum, ið er snikkaður til tín sum ungan kunda, so at vit kunnu møta tær har, tú ert, og tá ið tú hevur tørv á okkum.

Solopakkin

Sum NordikSolo kundi fært tú alt tað besta

  • Vælkomugáva - 2 stk. atgongumerki til Havnar Bio við poppkorn-menu
  • Ókeypis Mastercard Debit Standard
  • Fastan persónligan ráðgeva
  • Rentufyrimunir á útvaldum tænastum
  • 20% í avsláttri av tryggingum, sí niðanfyri
  • Ókeypis Visa/Dankort, eisini við persónligum sniði
  • Ókeypis at stovna lán ella kreditt upp í 50.000 kr. (treytað av vanligari kredittmeting)  
  • Ókeypis Netbanka og boðtænastu
  • Ókeypis at veksla gjaldoyra

Ver heldur fyrivarin enn eftirsnarin

Tryggja teg - við avsláttri

Tað er týdningarmikið at hava trygging, um tú skuldi verið óheppin. Sum NordikSolo-kundi fært tú 20% í avsláttri á ymiskar tryggingar frá Trygd.

Ungdómsbankin

Vit eru her fyri at hjálpa tær

230 555

Send okkum boð