Umleggingar í Persónligari OgnarRøkt

09.01.2019

Vit minka um váðan í virðisbrævagoymslunum

Vit minka váðan í virðisbrævagoymslunum við at selja ein part av partabrøvunum. Sostatt hava goymslurnar nú 5 %-stig minni í partabrøvum enn samanberingargrundarlagið (benchmark), eftir at tær í meginpartinum av 2018 høvdu ein partabrævapart á sama stigi sum samanberingargrundarlagið.

Seinastu dagarnar eru fleiri týdningarmikil lyklatøl kunngjørd fyri desembermánað. Tað nýggja er, at hesi tøl økja sannlíkindini fyri, at privata nýtslan í næstum fer at vikna eftir at hava verið sera sterk í fleiri ár. Hetta er serliga galdandi fyri amerikonsku brúkararnar, sum standa fyri umleið triðinginum av heimsins samlaðu privatu nýtslu.
Hetta sæst á minkandi virksemi á amerikanska bústaðarmarknaðinum, samstundis sum framgongdin á arbeiðsmarknaðinum slakkar av.

Harafturat sæst, at tann linkanin, sum leingi hevur verið eyðsýnd hjá altjóða ídnaðarfyritøkum, ikki vísir tekin um at steðga.
Vit síggja eisini tekin um, at tann lítli hugurin at taka váða, sum var eyðsýndur á partabrævamarknaðinum í desember, nú breiðir seg til aðrar marknaðir, til dømis hárentulánsbrøv.
Alt hetta til samans ger, at vit meta, at tað nú er best at vera meiri varin.
Vit endurmeta hesa støðu, so hvørt sum nýggj lyklatøl o.a. verða almannakunngjørd.


Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv