Drykkjupeningur í Evropa

Bulgaria

  • Stovugenta: 20 BGN um vikuna.
  • Ørindadrongur (piccolo): 1 BGN fyri hvørt viðføri.
  • Hýruvognur: Runda upp.

Ongland

  • Tænari: Uml. 10 %, um tænastugjald á 12,5 % ikki longu er íroknað.
  • Stovugenta: Einki á styttri ferðum – annars 1 pund um náttina.
  • Hýruvognur: 10 %.

Frankaríki

  • Tænari: 10-15 %, um tað ikki longu er partur av rokningini.
  • Stovugenta: Vanliga einki – tó kanst tú lata eitt sindur, um tú vilt.
  • Hýruvognur: Runda upp (til næstu evru).

Grikkaland

  • Tænari: 5-10 % - verður givið sum ískoyti til tænastugjaldið, sum er við í rokningini.
  • Stovugenta: 2,50 evrur fyri hvønn persón um vikuna.
  • Hýruvognur: Runda upp.

Italia

  • Tænari: 10-15 % - vanliga er tænastugjaldið við í rokningini.
  • Stovugenta: 1-2 evrur fyri hvørja nátt.
  • Hýruvognur: Runda upp

Kroatia

  • Tænari: 10 %.
  • Stovugenta: Um reingerðin er nøktandi, kanst tú lata 100 HRK um vikuna fyri kamarið.
  • Hýruvognur: Einki.

Portugal

  • Tænari: 10-15 % - vanliga er tænastugjaldið við í rokningini.
  • Stovugenta: Uml. 5 evrur um vikuna.
  • Hýruvognur: Runda upp.

Spania

  • Tænari: 7-10 % - verður latið sum ískoyti til tænastugjaldið, sum er roknað uppí rokningina.
  • Stovugenta: 4-5 evrur fyri hvønn persón um vikuna.
  • Hýruvognur: 10 %

Kekkia

  • Tænari: 5-10 %.
  • Hýruvognur: Runda upp.

Turkaland

  • Tænari: Uml. 10 % av rokningini.
  • Stovugenta: Uml. 10 TRY um vikuna fyri hvønn persón.
  • Hýruvognur: Runda upp

Týskland

  • Tænari: 5-10 %
  • Hýruvognur: Runda upp

Ungarn

  • Tænari: 10 % av rokningini, um tænastugjaldið ikki longu er íroknað.
  • Hýruvognur: Runda upp.

Eysturríki

  • Tænari: 5 % - verður givið sum ískoyti til rokningina.
  • Stovugenta: 1 evra um dagin fyri hvønn persón.
  • Hýruvognur: Runda upp

Bílegg gjaldoyra

Tað er eitt gott hugskot at hava eitt sindur av reiðum peningi við á ferðini.

Føroyskir pengar kontant

Drykkjupeningur

Siðvenjan í mun til drykkupening er ymisk í ymisku londunum.

Kvinde ved computer på kontor med headset

Góð ráð um kort

Tryggja tær, at kortið ikki verður misnýtt.

Sperra kort

Um kortið verður stolið, ella tú missir tað burtur.