Nýggj app til Netbankan

! Fráboðaða dagføringin er fyribils útsett til í august, og verandi app riggar tí sum vant. Kunnað verður aftur, áðrenn nýggja appin er tøk.

Hevur tú Netbankan sum app á snidlfonini, og er telefonin av slagnum iPhone, mást tú taka nýggju og dagførdu útgávuna av Netbankanum sum app niður. Nýggja appin verður tøk tann 4. juli, og eftir hetta ber tað ikki til at brúka verandi app longur.

Tá ið tú ritar inn í Netbankan á telefon ella teldli eftir 4. juli, fært tú sjálvvirkandi eini boð um at taka nýggju appina niður í App Store. Hetta er sama mannagongd, sum tá ið aðrar appir verða dagførdar.

Soleiðis finnur tú brúkaranummarið

Fyri at fáa nýggju appina at rigga, skalt tú trýsta sama loynital, sum tú brúkar í dag, umframt títt brúkaranummar inn. Brúkaranummarið finnur tú í Netbankanum á telduni undir ”Uppseting” og ”Brúkaraupplýsingar”. Sí myndir niðanfyri.

 

1. Rita inn í Netbankan á telduni og finn "Uppseting" í vinstra bredda.

 

 

2. Vel "Brúkaraupplýsingar"

 

 

3. Tú finnur títt brúkaranummar, sum skal brúkast, tá ið tú tekur appina til Netbankan niður av nýggjum.

 

 

 

Um tú ikki hevur Netbanka á teldu

Hevur tú ikki Netbankan á telduni, mást tú seta teg í samband við okkum fyri at fáa brúkaranummarið upplýst. Tað ber tíverri ikki til at síggja brúkaranummarið í Netbankanum sum app.

Ring til okkara á 330 330, so hjálpa vit tær. Vit svara telefonunum gerandisdagar kl. 9-20, tó fríggjadag kl. 9-16.

Tosa  við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv