Hvat kostar tað at læna?

Júst hvussu títt bústaðarlán skal setast saman, veldst m.a. um, hvussu tíni yvirskipaðu fíggjarviðurskifti síggja út, og hvørji ynski tú hevur til at kunna broyta og tillaga lánið. 

Tað er skilagott at tosa við okkum tíðliga í tilgongdini, tá tú umhugsar at læna pengar til bústaðin. Vit gjøgnumganga tíni fíggjarviðurskifti og ynski umframt meta um, hvørjar møguleikar tú hevur. Sostatt kanst tú skjótt fáa at vita, hvussu nógv tú hevur ráð til at læna.

Rokna bústaðarlán

Eginfígging ger stóran mun

Jú meira tú hevur spart saman, tess minni verður samlaða lánið hjá tær. Harvið verður mánaðarliga lánsgjaldið eisini lægri, og tú fært størri fíggjarligt rásarúm í gerandisdegnum. Tí

er tað ein stórur fyrimunur, um tú byrjar at spara saman í góðari tíð.

Um tú hevur onnur smærri lán, kann tað vera ein fyrimunir at leggja tey øll saman og harvið fáa eitt lægri mánaðarligt gjald.

 

Ymiskir lánsmøguleikar

Ymisku lánini hava ymiskar fyrimunir, og tað kann vera stórur munur á, hvørjar møguleikar tú hevur fyri at gera broytingar, um okkurt óvæntað stingur seg upp. T.d. er eitt vanligt bankalán lættari og smidligari at broyta enn eitt realkredittlán. Hinvegin er mánaðarliga gjaldið ofta lægri á einum realkredittláni.

Lutfall millum skuld og inntøku

Tað hevur stóran týdning, at skuldin ikki gerst ov stór í mun til tína inntøku. Flestøll orka at vera sperd fíggjarliga í styttri tíð. Men yvir longri tíð gerst hetta ov tungt. Tá tú tosar við tín ráðgeva, er hetta ein týðandi partur av góðu ráðgevingini - at tú ikki lænir meira, enn tú í longdini hevur fíggjarliga orku til at gjalda aftur.

Ráð til at liva

Eini góð ráð eru, at tú gert tær nakrar tankar um, hvat tú skalt hava ráð til í gerandisdegnum - bæði nú og í framtíðini. Kanska vilt tú kunna ferðast av og á ella hava ráð til eitt ávíst frítíðarítriv. Eitt bústaðarlán er ein langtíðaríløga, og tí skalt tú kunna liva við láninum nógv ár fram í tíðina. 

Lán til bústaðin

Les um ymisku sløgini av láni.

Samansparing

Við einari miðvísari samansparing kanst tú røkka tínum málum.

Nordik360

Tá ið tú savnar tíni fíggjarviðurskifti hjá okkum, fært tú nógvar fyrimunir.

Sethúsatrygging

Ein sethúsatrygging er góð at hava, um okkurt óvæntað skuldi hent.

Tosa  við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv