Út at ferðast 

“At ferðast er at liva”, segði danska skaldið H.C. Andersen. Og vit kunnu ikki annað enn vera samd. Hvat er betri enn veittra gerandisdegnum við øllum sínum skyldum farvæl í eina tíð og fara út í heim at fylla kuffertið við ógloymandi upplivingum?

Í dag er tað lutfalsliga lætt at ferðast til fjarskotin lond, og heimurin tykist tí stundum ikki so stórur. Uttanlandsferðir eru tó kostnaðarmiklar, og tí er tað skilagott at spara saman og fyrireika ferðina í góðari tíð frammanundan. Tú kanst aloftast spara fitt av peningi, um tú keypir ferðaseðlar og bíleggur bil og gisting í góðari tíð frammanundan. 

Spar saman í góðari tíð  

Um tú byrjar at spara saman í góðari tíð, tykist tað ikki so tungt, tá ferðin nærkast. Ferðaseðlar, tryggingar og lummapengar – og eitt galdandi pass - skulu til, um tú ætlar tær at njóta ein góða uttanlandsferð. Og leggur tú eitt sindur til viks hvønn mánað, fært tú ráð til eitt sindur meira. 

Royn roknaran niðanfyri, so tú sært, hvussu nógv, tú skalt spara saman til dreymaferðina hvønn mánað.

Tað praktiska

Eingin ynskir sær eina uttanlandsferð við oysandi regni, stuldri ella mateitran. Vit kunnu tíverri ikki lova tær gott veður, men vit kunnu hjálpa við praktisku viðurskiftunum, sum samanumtikið kunnu bjarga ferðini: Tryggingar og gjaldskort.

Tvey gjaldskort við á ferðini

Tað er umráðandi, at tú hevur meira enn eitt gjaldskort við tær á uttanlandsferðini. So kanst tú kenna teg tryggari, um annað kortið verður burtur, stolið ella gerst óvirkið. Skalt tú leiga bil á ferðini, er tað eitt gott hugskot eisini at hava eitt kredittkort við. Tað kemur nevniliga javnan fyri, at bilútleigarar krevja, at tú rindar við kredittkorti fyri bilin.

Tað er eisini sera umráðandi, at tú hevur røttu tryggingina til ferðina, soleiðis at tú ert tryggjað/ur, um tú skuldi verið fyri stuldri og óhappi, ella um tú gerst sjúk/ur ella viðførið er seinkað. 

 

Ferðatrygd

Tak appina frá Trygd við

Við appini hjá Trygd hevur tú ferðatryggingina við í lummanum. Appin gevur tær vegleiðing, um tú ert uttanlands og hevur tørv á hjálp. Eisini kanst tú lesa um, hvussu tú skalt bera teg at í ymsum støðum. 

Góð ráð til ferðina

  • Spar saman í góðari tíð. Stovna eina kontu og flyt eina fasta mánaðarliga upphædd alt árið.
  • Tryggja at passini eru galdandi í góðari tíð, og kanna um neyðugt er við visum og møguligum koppsetingum.
  • Tak støðu til, hvussu nógvan pening, tú ætlar at brúka á  ferðini. Set t.d. eitt hámark fyri, hvussu nógv tú kanst brúka til ávikavist mat, gisting, tinganest, o.a. 
  • Ansa eftir gjaldskortinum, og minst til at hava eitt eyka kort við. Goymið kortini hvør sær, og goymið ongantíð pin-kotuna saman við kortunum. 
  • Kunna teg um, hvørjar ásetingar eru galdandi fyri títt gjaldskort. Kortið kann hava eitt ásett nýtsluhámark, og gjald kann verða tikið fyri úttøku av peningi o.s.fr.
  • Minst til at hava røttu tryggingar alt eftir um tú ferðast í Norðurlondum, Evropa ella aðrastaðni í heiminum. Hav altíð ferðatryggingarkortið við.
  • Ansa eftir fartelefonnýtsluni, tá tú ert uttanlands. Kanna hjá telefonfelagnum, hvat er galdandi fyri títt ferðamál.
  • Rinda altíð í staðbundnum gjaldoyra, um tú verður spurd/ur, hvussu tú ynskir at rinda. Tað er sum tummilsregla nevniliga dýrari at velja at gjalda í donskum krónum, tí tá verður eitt gjald fyri veksling lagt omaná. 
  • Tað er týdningarmikið at fylgja við í flytingunum á tíni kontu, soleiðis at tú varnast tað, um títt kort verður misnýtt, og kanst sperra kortið beinanvegin. Vit mæla tær tí til at hava Netbankan sum app, so tú altíð hevur yvirlit, hóast tú ert uttanlands. 

Bílegg gjaldoyra

Bílegg gjaldoyra til uttanlandsferðina í góðari tíð.

Ferðast við gjaldskorti

Her er nøkur góð góð ráð um at ferðast við gjaldskorti.

Drykkjupeningur

Les meira um, hvat er vanligt at lata í drykkjupeningi.

Fá avsláttur í Danmark

Tú kanst fáa upp í 25 % í avsláttri til fleiri djóragarðar og stuttleikaparkir í Danmark.

Tosa  við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv