Starvslýsing

HR-ráðgevi til Starvsfólkadeildina

Vit sóknast eftir einum dugnaligum og tænastusinnaðum HR-ráðgeva til starvsfólkadeildina. Starvsfólkadeildin hevur ábyrgd av starvsfólkaviðurskiftunum hjá samtakinum í Føroyum, Danmark og Grønlandi.

Starvið

BankNordik er eitt samtak í støðugari menning, og í starvinum sum HR-ráðgevi fært tú ein virknan leiklut í áhaldandi arbeiðinum at skapa trivnað og menning í samtakinum, sum fevnir um BankNordik, Trygd og Skyn.

400 fólk starvast í samtakinum, og á Starvsfólkadeildini eru 4 starvsfólk, ið m.a. taka sær av starvssetanum, lønarmálum, trivnaði og menning. Deildin hevur starvsfólk bæði í Føroyum og Danmark, og starvið inniber tætt samstarv við starvsfelagarnar á deildini í báðum londum.

Arbeiðsuppgávurnar fevna m.a. um:

• Ymiskar fyrisitingarligar uppgávur á deildini
• At avgreiða dagligar fyrispurningar frá starvsfólkum og leiðarum
• At skipa fyri starvsfólkatiltøkum
• Samskipan og ráðgeving í sambandi við starvssetanir
• Uppgávur viðvíkjandi førleikamenning og útbúgving av starvsfólkum
• At gera og dagføra innanhýsis vegleiðingar og mannagongdir
• Innanhýsis kunning

Førleikakrøv

• Tú hevur viðkomandi útbúgving ella arbeiðsroyndir innan økið
• Tú ert fyrikomandi og tænastusinnað/ur
• Tú hevur sjálvstøðugt og miðvíst arbeiðslag og dugir eisini væl at arbeiða í toymi
• Tú hevur góð samstarvs- og samskiftisevni
• Tú megnar at hava greiðu á fleiri uppgávum í senn
• Tú ert álítandi og ábyrdgarfull/ur

Harafturat vænta vit, at tú ert fyrikomandi og tekur virknan lut í at skapa eitt gott arbeiðsumhvørvi.

Vit bjóða

Eitt spennandi, avbjóðandi og sjálvstøðugt starv við góðum møguleikum fyri fakligari og persónligari menning í einum nútímans og livandi arbeiðsumhvørvi.
Tú verður partur av einum eldhugaðum toymi, og saman við dugnaligum starvsfelagum fert tú at luttaka í menningini av samtakinum og starvsfólkunum. Setanartreytir verða avtalaðar eftir royndum og førleikum.

Meira at vita

Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Heidi Davidsen, starvsfólkaleiðara, á telefon 230 477 ella á hd@banknordik.fo.

Umsókn

Skrivlig umsókn við lívsrensli (C.V.) og viðkomandi prógvum skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 19. desember 2018. Søk starvið her.

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv