Evrur í sjálvtøkuni á flogvøllinum
16-08-2017

 

Ferðast tú um flogvøllin í Vágunum, er tað nú vorðið uppaftur lættari at fáa hendur á evrum til uttanlandsferðina.

 

Vit hava dagført okkara sjálvtøku á flogvøllinum, so hon nú hevur bæði danskar pengaseðlar og evrur. Sostatt er tað ikki longur neyðugt at bíleggja evrur í góðari tíð undan fráferðini.  

 

6 sjálvtøkur við evrum
Á heysti 2016 fingu vit sum fyrsti føroyski peningastovnurin eina sjálvtøku við evrum - hetta var sjálvtøkan á Áarvegnum í Havn. Síðani eru fleiri sjálvtøkur dagførdar, soleiðis at tað nú ber til at taka evrur út úr 6 sjálvtøkunum: á Áarvegnum í Havn, í Klaksvík, í Saltangará, á Tvøroyri, á Oknarvegi í Havn og á flogvøllinum í Vágunum. 


‹ Aftur