BankNordik umskipar samtaksleiðsluna
05-09-2017

Til tess at styrkja og tryggja eina betri skipan av virkisøkjunum í BankNordik-samtakinum eru broytingar gjørdar í ábyrgdarøkjunum hjá samtaksleiðsluni. Samstundis er leiðslan í dótturfeløgum samtaksins umskipað.

 

Í sambandi við umskipanina fer Henrik Jensen, íløgustjóri, úr samtaksleiðsluni, men heldur fram í starvinum sum íløgustjóri. Per Sjørup Christiansen tekur við sum privatkundastjóri og fer frameftir at hava ábyrgd av privatkundavirkseminum og Private Banking.

 

Samtaksleiðslan verður frameftir myndað av Árna Ellefsen, forstjóra, Per Sjørup Christiansen, privatkundastjóra, Turið F. Arge, rakstrarstjóra og Rune Nørregaard, fíggjar- og kredittstjóra.

 

Sum liður í omanfyrinevndu broytingum tekur Turið F. Arge við sum nevndarforkvinna í øllum trimum dótturfeløgum samtaksins: Trygd, NordikLív og Skyn. Janus Thomsen, stjóri í Trygd, tekur við sum stjóri í lívstryggingarfelagnum NordikLív, og hann verður sostatt bæði stjóri í Trygd og NordikLív.

 

  1. Yvirlit yvir leiðslubygnaðin í BankNordik-samtakinum

 

 


‹ Aftur