Kunning um elektroniskt samskifti
23-01-2018

Frá 1. august 2018 verður alt samskifti frá BankNordik sent  kundum elektroniskt. Hetta merkir, at øll brøv og kunning frá bankanum verða send umvegis Netbankan, MínBoks ella KontoKaga. Sum dømir um brøv og kunning kann nevnast ymiskar fráboðanir viðvíkjandi tínum kontum, kontoavrit, fráboðan um møguligar prís-broytingar, ársyvirlit, o.s.fr. Elektronisk brøv og skjøl hava sama rættarvirknað, sum tá tey verða móttikin við vanligum posti.

 

Hevur tú ikki eina avtalu við BankNordik um Netbanka tann 1. august 2018, móttekur tú brøv og kunning frá bankanum umvegis MínBoks. Um tú hvørki hevur Netbanka ella MínBoks, verður tú vinaliga biðin um at seta teg í samband við okkum um stovnan av KontoKaga. KontoKagin er ókeypis at stovna og brúka.

 

Um tú eftir 1. august 2018 ikki hevur stovnað Netbanka, MínBoks ella KontoKaga, verður eitt mánaðarligt gjald ásett fyri vanligan post. Gjaldið er 20 kr. pr. mánað. Kundar føddir áðrenn 1. januar 1945 og børn undir 18 ár eru frítikin fyri hendan kostnað.

 

Set teg í samband við okkum á kundi@banknordik.fo ella tlf. 330 330, og vit hjálpa tær at finna røttu loysnina til tín.  


‹ Aftur