Gift ella sambúgvandi?

Møguliga geva tit tí ikki gætur, men tað er ein sannroynd, at tað ávirkar tykkara fíggjarligu og løgfrøðiligu viðurskifti, hvørt tit eru gift ella sambúgvandi. 

Sum sambúgvandi er meira at taka støðu til

Um tit verða gift, henda nógvar sjálvvirkandi broytingar, sum ávirka tykkara fíggjarstøðu. Eru tit ikki gift, eru tit ikki sjálvvirkandi tryggjað, um annar tykkara verður sjúkur, doyr, ella um tit fara frá hvørjum øðrum. 

Tíni, míni og okkara børn

Eiga tit børn úr fyrrverandi parlagi, umframt felags børn, er tað umráðandi, at tit gera tykkum greitt, hvørjar arvareglur eru galdandi. Arvareglurnar eru nevniliga ikki eins fyri børnini. Tosið við okkum, um tit ivast í, hvussu tit best kunnu tryggja hvønn annan. Eisini mæla vit tykkum til at tosa við ein advokat um testamenti, um tit ikki eru gift.

Felags bústaðurin 

Eru tit sambúgvandi, arva tit ikki sjálvvirkandi hvønn annan. Tí er viðkomandi at hugsa um, hvørt tað fíggjarliga ber til hjá øðrum tykkara at vera búgvandi í felags bústaðnum, um annar doyr.

Pensjón og tryggingar 

Pensjónssamansparing og lívstryggingar verða arvað av næstu avvarðandi, t.e. familjuni. Eru tit ikki gift, ber tó til at gera serstaka avtalu til tess at tryggja, at sambúgvin fær útgjaldið, um illa vil til. Tit eru altíð vælkomin at tosa við okkum um hetta. Vit ráðgeva dagliga øðrum í somu støðu.

Hvar skulu tit búgva?

Skulu tit keypa ella leiga?

Føroyskir pengar kontant

Peningaligu viðurskiftini

Hvussu ynskja tit at liva?

Keypa bústað

Les meira um tey fíggjarligu viðurskiftini.

Praktisku viðurskiftini

Góð ráð til alt tað praktiska.

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv