Lán til lutaíbúð

Hugsar tú um at keypa eina lutaíbúð, men manglar tær kanska fígging? Hesum kunnu vit møguliga hjálpa tær við. Vit bjóða nú lán til lutaíbúð, og vit bjóða tær sjálvandi eisini góða ráðgeving, soleiðis at tú kanst gera av, hvørt ein lutaíbúð er tað rætta fyri teg.

Fígging til lutaíbúð

Tá ið tú skalt hava fígging til eina lutaíbúð, fært tú lán frá bankanum og ikki gjøgnum eitt kredittfelag. Hetta merkir sostatt, at lánið verður við skiftandi rentu.
Harafturat er tað umráðandi, at tú hevur eina góða fíggjarstøðu, soleiðis at rúm er fyri eini møguligari rentuhækking.

Bílegg fund við ein ráðgeva

Manglar tær fígging til eina lutaíbúð, ert tú altíð vælkomin at bíleggja ein fund við okkum, har vit saman kunnu hyggja eftir loysnum, sum hóska til júst tína fíggjarstøðu. 

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv