NordikSolo
- tað besta til tín millum 18 og 28 ár

Vit hava savnað hópin av avsláttri, ókeypis tænastum og bestu fíggjarligu treytirnar til tín millum 18-28 ár.
Tá ið tú gerst limir í NordikSolo, fært tú atgongd til Solopakkan, har vit hava savnað tær bestu tænasturnar, ið gera gerandisdagin eitt sindur stuttligari og gera tað lættari hjá tær at hava yvirlit yvir tíni fíggjarviðurskifti. Harafturat fært tú ein persónligan ráðgeva, ið tú altíð kanst seta teg í samband við, um tær tørvar ráðgeving.
Tú verður somuleiðis kundi í Ungdómsbankanum, ið er snikkaður til tín sum ungan kunda, so at vit kunnu møta tær har, tú ert, og tá ið tú hevur tørv á okkum.

Solopakkin
Sum NordikSolo kundi fært tú alt tað besta
- Ókeypis Mastercard Debit Standard
- Heilt toymi av ráðgevum
- Rentufyrimunir á útvaldum tænastum
- Serprís á útvaldar tryggingar, sí niðanfyri
- Ókeypis Visa/Dankort (eisini við egnum sniði)
- Ókeypis at stovna lán ella kreditt upp í 50.000 kr. (treytað av vanligari kredittmeting)
- Ókeypis Netbanka
- Ókeypis at veksla gjaldoyra