Fíggjarforsøgn
Fíggjarforsøgnin er eitt serstakt ráðgevingaramboð, sum er sergjørt til okkara Private Banking-kundar.
Fíggjarforsøgnin gevur yvirlit
Við støði í tí serligu fíggjarforsøgnini hjá tær og familjuni gevur tín Private Banking-ráðgevi tær yvirlit yvir, hvussu tú fært sum best burtur úr tínum ognum – tøkum peningi, eftirløn, bústaði ella virkisogn. Fíggjarforsøgnin gevur tær vissu fyri, at tínar ognir verða røktar á bestan hátt.
Tak tær væl av tínum ognum – beinleiðis á fundinum
Hvussu ávirkar tað míni fíggjarviðurskifti, um eg fari úr starvi við eftirløn fyri tíð? Hvussu ávirkar foreldrakeyp mín tiltøkupening? Loysir tað seg at gjalda skuld aftur?
Bið um ein fíggjarforsagnarfund við tín Private Banking-ráðgeva, so fært tú svarini. Á fundinum verður tú kunnað/ur um, hvørjar avleiðingar tínar ætlanir fyri fíggjarviðurskiftini hjá familjuni hava í framtíðini – áðrenn tú setur tær í verk.

Vit hyggja gjølla at tínum fíggjarviðurskiftum
Fíggjarforsøgnin gevur øllum táttum í tínum fíggjarviðurskiftum gætur
- Virkiseigara-/ættarliðsskifti
- Pensjón
- Privatnýtslu
- Foreldrakeypi
- Íløgum
Dagfør fíggjarforsøgnina regluliga
Fíggjarforsøgnin verður gjørd við støði í kendum, galdandi reglum og væntaðum framtíðargjøldum og –treytum.
Bæði støðan hjá tær, reglur og gjøld kunnu broytast – tí mæla vit til at dagføra fíggjarforsøgninina við jøvnum millumbilum, í minsta lagi 3. hvørt ár.