Webinar

Hvussu nógv veitst tú um at gera íløgur? 

Annaðhvørt tú umhugsar at keypa virðisbrøv sjálv/ur ella gjøgnum ein peningastovn, so kann tað tykjast torført at fara í holt við at gera íløgur fyrstu ferð.

Tí vilja vit bjóða tær á webinar um íløgur týsdagin 24. november kl. 20.00. Á webinarinum fara vit m.a. at greiða frá:

  • Hví er tað áhugavert at gera íløgur?
  • Hvat er eitt partabræv?
  • Hvørjir fyrimunir og vansar eru?
  • Hví kann tað vera viðkomandi at seta pensjónina í íløgur?
  • Hvat er umráðandi at hugsa um, áðrenn tú byrjar?

Kvinnur gera færri íløgur enn menn

Vit vita, at kvinnur sum heild hava eina lægri pensjón enn menn, og harumframt vísir ein nýggj kanning hjá okkum, at kvinnur í minni mun enn menn seta pensjónssamansparingina í íløgur. Hetta kann fáa stóra ávirkan á, hvussu nógv tann einstaki hevur at liva fyri sum pensjónistur. Á webinarinum fara vit tí eisini stutt at greiða frá, hvørjir fyrimunir eru við at gera íløgur við pensjónssamansparingini.

 

Hevur tú onnur ivamál, er eisini møguleiki fyri at seta spurningar á webinarinum.

 

Avmarkað pláss er fyri luttøku á webinarinum.

Vit gleða okkum at síggja teg! 

 

Tekna teg her

Kvinde ved computer på kontor med headset

Vit røkta íløgurnar

Fá meira at vita um, hvussu vit kunnu hjálpa tær Vit rokta ilogurnar fyri teg

Íløgutíðindi

Fá nýggjastu tíðindini og viðmerkingarnar um støðuna á íløguøkinum. BankNordik Markets Update

Tú røktar íløgurnar 

Góð ráð til tín, sum vilt røkta íløgurnar sjálv/ur. Tu roktar ilogurnar

Handil í Netbankanum 

Les um møguleikarnar fyri at gera íløgur í netbankanum. Handil i Netbankanum

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv