Burðardygd - eplavelta omma og ommusonur

Grønt bústaðarlán

Grønt bústaðarlán er til tín, ið hevur sethús ella íbúð, ið verður hitað við varandi orku. 

Verður tín bústaður hitaður við einari varandi orkuskipan, kanst tú leggja títt vanliga bústaðarlán um til eitt grønt bústaðarlán og harvið fáa eina lægri rentu og eitt bíligari lánsgjald. Á henda hátt gerst tað bæði ein fyrimunur fyri umhvørvið og pengapungin. 

 Visti tú...

... at tú kanst gera størst mun við at skifta oljufýringina út við eina grøna orkuskipan? 

 


Grøn orkuloysn

- ein góð íløga fyri umhvørvið og pengapungin

Grønar orkuskipanir eru til dømis hitapumpur, jarðhiti og fjarhiti, ið brúka varandi orku. Tað er ein treyt fyri at fáa grøna bústaðarlánið, at húsarhaldið ikki brúkar oljufýring.

Set teg í samband við tín ráðgeva, um tú hevur eina varandi orkuskipan. So kanst tú skifta vanliga bústaðarlánið um við grøna bústaðarlánið og harvið fáa eitt bíligari lán.


 

Umlegging til grøna orku loysir seg

 

Niðanfyri eru trý dømi um sparing, tá ið eini vanlig sethús fáa jarðhita eftir at hava brúkt 3.000 litrar av olju um árið. Tað svarar til 7.680 kg. í CO2-útláti.

 

  • Um húsini ikki hava atgongd til grønan streym - t.d. standa í Skúvoy - lækkar árliga CO2-útlátið niður í 4.083 kg.
  • Um húsini fáa streym frá SEV - sum í dag í miðal er 40% grønur og 60% svartur - lækkar árliga CO2-útlátið niður í 2.450 kg.
  • Um húsini standa í framtíðar Føroyum - har streymframleiðslan er 100% grøn - lækkar CO2-útlátið niður í 0 kg. um árið.

 

Í øllum trimum førum er árliga sparingin áleið 3.000 kr. um árið, um íløgan í jarðhitaskipan er fíggjað við einum orkuláni, og tá ið støði verður tikið í dagsins olju- og elprísum.


Kelda: Umhvørvisstovan

Orkulán til orkusparandi ábøtur

Skalt tú skifta oljufýringina út við eina varandi orkuskipan, kanst tú figgja ta íløguna við orkuláni. Tá ið orkuskipanin er skift, kann vanliga bústaðarlánið síðan verða lagt um til eitt grønt bústaðarlán við lægri rentu. Orkulánið kann eisini brúkast til aðrar orkusparandi ábøtur.

Spurningar og svar

Burðardygd

Tú kanst gera mun fyri bæði umhvørvið og tína fíggjarstøðu við at velja burðardyggar loysnir.

Orkusparandi ábøtur

Eitt nú kann tað minka um orkunýtsluna, um tú bjálvar og skiftir vindeygu.

Elbil-lán við lagaligari rentu

Við elbilláni verður tað lættari at velja umhvørvisvinarligu loysnina, tá ið bilurin skal keypast.

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv