Webinar

Grønt bústaðarwebinar

Skalt tú keypa, byggja nýtt ella umvæla bústaðin? Kundi tú hugsað tær at vitað meira um fígging av grønum bústaðarloysnum? Ella hvønn mun tað ger at velja grønt?

Anni Isaksen, ráðgevi úr BankNordik og Kári Mortensen, deildarleiðari í orkumálum á Umhvørvisstovuni, greiða frá um hetta og mangt annað á grøna bústaðarwebinarinum. Her á síðuni hava vit savnað nakrar spurningar og svar frá kvøldinum. 

 

Webinarið sært tú her

               Spurningar og svar

Eg eri nýggj á arbeiðamarknaðinum og hugsi um at byggja og keypa bil. Hvørji grøn val skal eg taka?

Bjálva húsini væl, so tey ikki brúka ov nógva orku og vel eina grøna hitaloysn. Tað er altíð eitt gott hugskot at tosa við ein serfrøðing innan hitaloysnir, sum kann meta um, hvør loysn hóskar best til tín tørv.  

Nær kann eg fáa grønt bústaðarlán ella lán til elbil?

Tú skalt lúka tær treytir, sum bankin setir fyri at fáa grønt bústaðarlán. Eitt nú skal bústaðurin hava varandi orku. Treytin fyri at fáa Elbillán er, at tú keypir ein elbil og ikki ein Hybrid- ella ein Plug-in Hybrid bil. Tosa við tín ráðegva um, hvat lán hóskar best til tín.

Gera grønar orkuloysnir nakran mun?

Kanningar vísa, at mannaættin dálkar illa, og at hetta hevur eina ávirkan á Jørðina. Grønar loysnir eru góðar fyri umhvørvið, loysa seg fíggjarliga og halda líka leingi sum aðrar loysnir.

Hvat skal eg hugsa um, áðrenn eg fái mær orkulán ella bústaðarlán??

Tosa við veitarar av orkuskipanum, sum kunnu gera eina meting av, hvør loysn hóskar best til tín tørv. Annars kann tað vera trupult hjá tær at vita, hvør loysn er best egnað. 

Kann eg fáa orkulán og grønt bústaðarlán til summarhús?

Ja, tú kanst fáa lán til allar ognir, sum eru hitaðar við varandi orku. 

Verður lánið hjá mær sjálvvirkandi umlagt til grønt bústaðarlán um eg havi fjarðhita ?

Tú skal biðja um at fáa lánið umlagt. BankNordik kann ikki vita, hvørjar orkuloysnir hvør einstakur kundi hevur. Tí skal kundin sjálvur biðja um at fáa lánið umlagt til eitt grønt bústaðarlán.