Okkara mest lurtaðu poddar

Læn mær eitt oyra er poddvarp, sum snýr seg um vanlig fíggjarviðurskifti. Í poddunum viðgera vit pengar á ein lættan og viðkomandi hátt, soleiðis at tú kanst gerast klókari um tíni egnu fíggjarviðurskifti. 

Tú finnur allar okkara poddar her

Niðanfyri er ein listi við teimum mest lurtaðu poddunum. 

1. Poddur um arv

Á einum fyrstaplássi er okkara poddur um arv. Í poddinum viðgera vit fleiri spurningar um arv, millum annað: Hvat er arvur? Hvør arvar hvønn? Kann eg gera børnini og makan arvaleys? Hvat er eitt testamenti? Og hvussu kann eg tryggja meg og míni nærmastu? 

Lurta eftir okkara poddi um arv her. 

2. Poddur um hjúnaskilnað

Okkara poddur um hjúnaskilnað er næstovast á listanum yvir teir poddar, sum flest fólk hava lurtað eftir. Í poddinum tosa vit um alt tað fíggjarliga, sum tú og makin skulu hugsa um, tá ið tit fara fra hvørjum øðrum. Vit viðgera millum annað, hvussu ognirnar skulu býtast, hvat tit skulu hugsa um, um tit hava børn, og hvat serogn er. 

Lurta eftir poddinum her. 

3. Poddur um negativa rentu

Poddurin um negativa rentu liggur á einum triðjaplássi. Í poddinum tosa vit um, hví innlánsrentan hevur verið negativ. 

Tú kanst lurta eftir poddinum her

Síðani poddurin um negativa rentu varð gjørdur, eru renturnar hækkaðar, og vit hava sostatt ikki negativa rentu á innistandandi peningi longur. Í okkara nýggjasta poddi tosa vit um hækkandi rentur, og hvørja ávirkan hækkandi rentur hava á føroysku húsarhaldini. 

Tú kanst lurta eftir okkara nýggjasta poddi um hækkandi rentur her

 

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv