Alment tiltak

Gongdin og haldførið í føroyska búskapinum

Bakkafrost, BankNordik og Búskaparráðið

Mikudagin 1. mars kl. 16.30 seta vit sjóneykuna á føroyska búskapin, tá ið Bakkafrost, BankNordik og Búskaparráðið fara at greiða frá gongdini í farna ári og meta um framtíðar útlitini.

Fyrst fer Fróði Magnussen at gera eina støðumeting av føroyska búskapinum og leggja fram tilmælini hjá Búskaparráðnum. Aftaná fer Turið F. Arge at siga frá gongdini hjá BankNordik í undanfarna ári, og Regin Jacobsen fer síðani at greiða frá ársroknskapinum og framtíðar útlitum hjá Bakkafrost.

Tiltakið verður í høvuðssætinum hjá BankNordik. 

Skráin fyri tiltakið: 

16.30 - 16.35 Vælkomin

16.35 – 17.05 Fróði Magnussen, Búskaparráðið
 
17.05 - 17.30 Turið F. Arge, BankNordik

17.30 – 17.50 Steðgur – ábit og tónleikur

17.50 – 18.30 Regin Jacobsen, Bakkafrost

Øll eru vælkomin! 

Tekna teg her

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv