
Fyrilestur um leiðslu
Hvørjar leiðslusnildir fáa vit úr ítrótti?
Hósdagin 17. mars kl. 16.00 seta vit sjóneykuna á strembanina eftir besta úrslitinum, tá ið kendi landsliðsvenjarin, Peter Bredsdorff-Larsen, fer at sameina tað besta frá ítróttinum við ítøkiligar royndir frá vinnulívinum.
Peter hugleiðir um, hvussu vit kunnu menna førleikar, dygdir og eldhuga hjá starvsfólki og samanber hetta við ítøkilig dømir frá hondbóltinum. Samstundis greiðir hann frá, hvørji amboð vit kunnu nýta til at fáa bestu førleikarnar fram hjá starvsfólkunum.
Dugnasemi og eldhugi eru lyklaorðini! Tí er umráðandi, at vit menna og stuðla undir júst hesar dygdir.
Fyrilesturin við Peter verður borðreiddur á ein lættan og skemtiligan hátt.
Tiltakið, ið er ókeypis, verður í høvuðssætinum hjá BankNordik.
Øll eru vælkomin.
Skrá
16.00 - 16.30 Ábit og prát
16.30 - 17.30 Peter Bredsdorff-Larsen
17.30 Kaffi og prát