Pengaskápið

Pengaskápið er ein ókeypis app, sum fyrst og fremst er ætlað børnum frá sjey ára aldri. Við Pengaskápinum fær barnið yvirlit yvir egna samansparing og nýtslu  - bara við at hyggja í telefonina.

Tað ber ikki til at gera flytingar við Pengaskápinum, og tí er eingin vandi fyri, at barnið av óvart flytur pening av kontuni. Foreldur avgera, hvør konta hjá barninum skal knýtast at Pengaskápinum, og sostatt er ikki neyðugt at vísa t.d. barnasamansparingar í appini.

Snild app til lummapengar

Í dag hava foreldur og vaksin ikki altíð reiðan pening í lummanum, tá ið børn skulu hava pening til eitthvørt, og tí verður peningurin ofta fluttur á kontu hjá børnum  Netbankanum. Við Pengaskápinum sær barnið, hvussu nógvan penging tað eigur at brúka, og um t.d. lummapengar eru komnir á kontuna. Appin er sostatt eitt snilt amboð, sum gevur barninum yvirlit  og mennir tilvitið um egin peningaviðurskifti.


Við Pengaskápinum kann barnið fylgja við nýtsluni ella síggja samansparingina vaksa og harvið gerast tilvitað um egin peningalig viðurskifti og skynsamar peningavanar.

 

Um Pengaskápið

Í Pengaskápinum ber til at ...

  • síggja salduna á kontuni
  • síggja nýtsluna á kontuni 
  • broyta bakgrundsmynd
  • broyta vangamynd

Soleiðis byrjar tú at brúka Pengaskápið

Tak appina niður í App Store ella Google Play. Síðani skalt tú stovna barninum ein brúkara til Pengaskápið. Hetta gert tú við at fylla teigarnar niðanfyri út - so seta vit okkum í samband við teg.

Føroyskir pengar kontant

Góð ráð um børn og pengar

Her finnur tú góð ráð um børn og pengar.

Spar saman til barnið

Tað er umráðandi í góðari tíð at fara í holt við at spara saman til barnið.

Tre teenagere og en mobil

NordikUng 

Ókeypis gjaldskort, ókeypis Netbanki, persónligur ráðgevi og aðrir fyrimunir til tannáringar.

Børn tegner på Vitus papir

Lær við Vitusi

Lærukort frá Vitusi gera tað stuttligari og lættari at læra at rokna, falda, skriva, stava og at læra um veður og vind.

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv