Webinar

Flyta heim 

Tað er ein ógrynna av viðurskiftum, tú skalt hava greiðu á, tá ið tú flytur heim til Føroya. Hvussu tryggjar tú flytigóðsið, hvat kostar tað at fáa tað heim, skal tað tollast, hvussu finnur tú bústað, starv, ansingarpláss og 100 aðrar viðkomandi spurningar? 25. mai høvdu vit webinarið: Flyta heim?, ið viðgjørdi hesar spurningar. Eisini burturlutaðu vit ein samlaðan flytipakka frá Smyril Line, ið hevði eitt virði á heilar 20.000 kr. Webinarið verður aftur í heyst.


Spurningar og svar frá webinarinum: Flyta heim?

Hvussu ger man, um man ynskir at brúka tilboðið um flytipakkan?

Um tú ynskir at brúka flytitilboðið, skalt tú senda ein teldupost til smg@banknordik.fo við danska bústaðnum, har flytigóðsið skal avheintast, tí føroyska bústaðnum, har tað skal leverast í Føroyum, títt telefonnummar. og dato fyri, nær tit ynskja flytigóðsið avheintað í Danmark. Um tit ikki vita akkurát nær, so bara á leið. Síðani kontakta vit Smyril Line, sum so setir seg í samband við tykkum og avtalar alt tað praktiska víðari. Tey koma at senda tykkum ein lista yvir flytigóðs, sum tit skulu útfylla, tvs. hvat er í, og hvat virði tað hevur. Tí er smart at hyggja at faldarinum, Veitst tú hvat tú eigur?, í góðari tíð. Man eigur ofta meira, enn man heldur.

Hvat er prísurin, um man ynskir flytigóðsið leverað í Suðuroy?

Levering til bústaðin er ikki íroknað, tí kemur eitt eykagjald omaná:

Tórshavn: 1.350,-
Suðurstreymur: 1.700,-
Vágar: 3.000,-
Klaksvík: 3.500,-
Suðuroy: 3.500,-
Sandoy: 4.200,-

Um eg verði liðug/ur at lesa i juni, kann eg so fáa ALS, um eg flyti heim í juni/juli?

Tað veldst um, hvørt tú hevur verið limur í danskari arbeiðsloysisskipan (a-kassa) og hevur havt a-inntøku í Danmark, áðrenn tú flytir til Føroya.

Um ein ikki longu er limur í donskum a-kassa, er sera týdningarmikið at søkja um limaskap og dagpengar innan 14 dagar eftir loknan lestur. Tá kann ein fáa útgoldið dimittendsats frá a-kassanum og søkja um at fáa hendan við til Føroya í upp til 3 mánaðir, ímeðan man leitar eftir arbeiði her í Føroyum.

Ein, sum flytir til Føroya og hevur fingið útgoldið dimittendsats, hevur ikki nakað útrokningargrundarlag, tá ein søkjur um arbeiðsloysisstuðul frá ALS. Hetta tí at útrokningargrundarlagið verður roknað við støði í móttiknari tryggjaðari inntøku frá tí, ein fær staðfest arbeiðsloysi í Danmark. Hevur ein harafturímóti fingið útgoldið dimittendsats og síðani verið á arbeiðsmarknaðinum, áðrenn ein fær staðfest arbeiðsloysi hjá ALS, verður arbeiðsloysið staðfest av nýggjum og verður útrokningargrundarlagið roknað við støði í dimittentsatsi og lønarinntøkuni. Tað er ikki nakað mark fyri, hvussu langt arbeiðstíðarskeiðið skal vera - bara at arbeiðsloysið verður staðfest av nýggjum.

 

Kann man fara í ALS, um man bert hevur finið SU, áðrenn man flytir heim?

Arbeiðsloysisstuðulin verður grundaður á ta a-inntøku, ein persónur hevur havt seinastu 12 mánaðirnar áðrenn, viðkomandi meldar seg inn í Arbeiðsloysisskipanina. Lestrarstuðul – SU – verður ikki roknað sum a-inntøka í hesum sambandi, og um persónur bara hevur fingið SU, áðrenn man flytir heim, so er einki útrokningargrundarlag og tí verður arbeiðsloysisstuðulin eingin.

Um man flytur heim, meðan man er í barsil. Fær man so barsil úr føroysku barsilsskipanini?

Um man flytur úr einum Norðurlandi til FO, hevur man rætt til at flyta barsilin yvir í føroysku skipanina, um man ikki hevur rætt til at halda fram við barslinum í landinum, man flytur frá.

Barsilstíðin er samlað, so um man flytur yvir í føroysku skipanina, verður barsilstíðin, ið er brúkt aðrastaðni, mótroknað barsilstíðina í Føroyum.

Barsilstíðin í Føroyum kann ikki byrja áðrenn flytingardagin samb. LFY.

Um barsilin skal flytast í føroysku skipanina, skal TAKS hava upplýsingar um A-inntøku seinasta árið áðrenn barsilin byrjaði, barsilstíð nýtt í útlandinum, og nær tað steðgar (stendur ikki altíð á sama skjali), umsókn, upplýsing termin og føðifráboðan.

Um man eigur 200.000 kr., hvussu stórt lán kann man so fáa í miðstaðarøkinum?
Ein uppsparing/eginfígging á kr. 200.000 er ikki einsamøll avgerandi fyri, hvussu stórt lán ein persónur/familja kann taka. 
Hugt verður eisini eftir inntøku, og hvat er eftir at liva fyri hvønn mðr, tá ið lán og aðrar fastar útreiðslur so sum SEV, tryggingar, barnaansing osv. er goldið. 
Krøvini til  tøkan pening (tað sum er eftir av inntøkuni eftir lánsgjøld og fastar inntøkur) liggur á kr. 7.500 um mðr. til 1 einligan persón, til eitt par kr. 12.000 og til eina barnafamilju 2 vaksin og 2 børn kr. 15.000. 
Hesin peningur er m.a til mat, klæðir, viðlíkahald, bensin, ferðing, keyp av tøkni og kafetúrar. 
 
Hvat er kravið til eginfígging á bústaðarlánum? T.d. til eini hús á 2,5 mió. kr.

Krav til eginfígging er sum útgangstøði  7%.

Tað kunnu eisini verða støður, har møguleiki er at keypa uttan eginfígging, men tá skal vera pláss fyri í inntøkuni at gjalda eitt eginpeningalán niður uppá 3 ár umframt sjálva lánsfíggingina. 

Eginfíggingin kann verða skiftandi. Tað er ikki víst, at ein eginfígging á 7% altíð er nokk. Hetta kann broytast í mun til, hvat keypsprísurin er, og so verður eisini hugt eftir, hvussu nógv inntøkan hjá einum persóni/familju klárar at gjalda til lán. 

 
Eru tey 7 % eisini galdandi á bygd?

7 % í eginfígging er eisini galdandi fyri keyp á bygd. 

Tað kunnu eisini verða støður, har møguleiki er at keypa uttan eginfígging, men tá skal vera pláss fyri í inntøkuni at gjalda eitt eginpeningalán niður uppá 3 ár umframt sjálva lánsfíggingina. 

Eginfíggingin kann verða skiftandi. Tað er ikki víst, at ein eginfígging á 7 % altíð er nokk. Hetta kann broytast í mun til, hvat keypsprísurin er, og so verður eisini hugt eftir, hvussu nógv inntøkan hjá einum persóni/familju klárar at gjalda til lán. 

 
Er tað enn næstan ógjørligt at fáa lán til hús á bygd, eins og tað hevur verið?

BankNordik fíggjar nógvar ognir á bygd. Lánimøguleikin er tí góður.

Tó sæst, at sethúsaprísirnir á bygdunum kunnu sveiggja nógv, og kann tað ávirka kravið til eginpening soleiðis, at hann kann verða hægri enn 7 %. 

 

  Viðkomandi kunning ísv. flytingina                                                                                                        

Flytivegleiðing til Føroya

Tað eru nógv praktisk viðurskifti, tú skalt hava greiðu á, tá ið tú flytur heim. Fá eina samlaða flytivegleiðing her.

To kvinder ved en computerskærm på et kontor

Fyrsta starvið

Skiftið frá lestrarlívi og studningi til starv og inntøku ber við sær heilt aðrar møguleikar.

Keypa bústað

Fyri fólk flest er eitt bústaðarkeyp ein sera stór avgerð og helst tann størsta íløgan, tá ið samanum kemur. 

Sertilboð og góð ráð til flytigóðsið

Fá góð ráð til, hvussu tú pakkar mest skynsamt, saman við sertilboði á flutning av tínum flytigóðsi.

Sonja Gásadal

Tørv á hjálp í sambandi við flytingina? Ring til mín

330 415

Send mær teldupost