
Tiltak
Niður at lesa?
Skal tú flyta av landinum og situr inni við eini rúgvu av spurningum so sum, hvussu gert tú við SU, NemID, CPR nr., banka- og tryggingaviðurskifti?
Kom til "Niður at lesa?" og fá ta praktisku kunningina á ein lættan og stuttligan hátt. Vit skipa saman við Nema og Atlantic fyri Pub quiz við feitum vinningum, har tú fyrireikar teg til Pub quizina her.
Vit hava sjálvandi eisini skrúvað upp fyri teimum hugnaligu rammunum við lekkrum sliders, OY, onkrum søtum frá Omaná og DJ.
Vinn
- Sveiggj flogferðaseðlar
- Air Pods Pro
- Voxbotn 2024 atgongumerki
TILTAKIÐ ER ÓKEYPIS, OG ØLL ERU HJARTALIGA VÆLKOMIN.