Starvslýsing

Lestrarstørv í kundatænastuni

BankNordik søkir eftir tveimum dugnaligum og ágrýtnum lesandi til lestrarstørv í Kundatænastuni. Deildin hevur ein týðandi leiklut í dagliga samskiftinum við kundarnar í BankNordik.

Starvið gevur tær góðan møguleika at fáa hollar og viðkomandi arbeiðsroyndir, meðan tú nemur tær hægri útbúgving. BankNordik er í einari spennandi menningartilgongd, og í Kundatænastuni hava vit nógv um at vera. Tískil sóknast vit eftir tveimum lesandi við áhuga fyri kundarøkt og innliti í fíggjarviðurskifti, sum hava hug at luttaka í arbeiðinum á deildini.

Um starvið

Talan er um tvey lestrarstørv á 10-15 tímar um vikuna.

Uppgávurnar í Kundatænastuni eru bæði spennandi og fjølbroyttar. Ein týðandi partur av starvinum er at svara fyrispurningum av ymsum slag og at loysa fyrifallandi uppgávur.

Gerandisdagurin er fjølbroyttur og merktur av hjálpsemi og góðum samstarvi millum starvsfelagarnar, og vit leggja stóran dent á at gagnnýta styrkirnar hjá hvørjum øðrum og at varðveita eitt gott samanhald.

Í Kundatænastuni eru vit tey fyrstu, sum kundin møtir. Tí er umráðandi, at tú hevur eitt fyrikomandi og jaligt arbeiðslag og leggur dent á at veita eina góða tænastu.

Gerandisdagurin er fjølbroyttur og merktur av hjálpsemi og góðum samstarvi millum starvsfelagarnar, og vit leggja stóran dent á at gagnnýta styrkirnar hjá hvørjum øðrum og at varðveita eitt gott samanhald.

 Í Kundatænastuni eru vit tey fyrstu, sum kundin møtir. Tí er umráðandi, at tú hevur eitt fyrikomandi og jaligt arbeiðslag og leggur dent á at veita eina góða tænastu.

Um teg

Tú ert lesandi og ynskir at sameina hægri lestur og eitt viðkomandi lestrarstarv. Tú ert áhugað/ur í kundarøkt, tænastu og fíggjarviðurskiftum, og tú dugir væl at svara fyrispurningum av ymiskum slag. Tú hevur harafturat eitt sjálvstøðugt og miðvíst arbeiðslag.

Vit bjóða

Eitt spennandi og fjølbroytt starv í einum nútímans og livandi arbeiðsumhvørvi. Starvið gevur innlit í nógv ymisk viðurskifti viðvíkjandi kundarøkt og dagliga virkseminum í einum stórum fíggjarsamtaki.

Starvsstaðurin er í høvuðssæti okkara í Tórshavn, og vit ímynda okkum, at tú kanst arbeiða 10-15 tímar um vikuna.

Um BankNordik

BankNordik samtakið hevur deildir í Grønlandi, Danmark og í Føroyum. Í samtakinum starvast fleiri enn 400 starvsfólk, og vit leggja stóran dent á, at okkara starvsfólk trívast og mennast. Vit leggja okkum eisini eftir at seta dugnalig, ágrýtin og fjølbroytt starvsfólk, og vit eru tilvitað um kynsbýtið í okkara leiðslu og á okkara deildum.

Umsókn

Vilt tú hava meira at vita um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Thorvald Petersen, deildarleiðara, á tel. 230548.

 Skrivlig umsókn við lívsrensli (CV) og viðkomandi prógvum skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 23. september.

Tú kanst søkja starvið her.

 

 

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv