Næmingur í BankNordik

Soleiðis søkir tú

Vit viðmæla tær at lesa kunningina og at fylgja ráðunum á hesi síðu, áðrenn tú søkir.

 

Um teg

Tú ert studentur, HHX ella tilsvarandi við virkisbúskapi og støddfrøði á hástigi. Vit vænta, tú hevur áhuga fyri búskaparfrøði, ert sjálvstøðug/ur, málrættað/ur, búgvin og hevur hug at samskifta við nógv ymisk fólk. Sum persónur ert tú positivur, útvendur, forvitin og miðvísur, umframt at tú ert væl skipaður og megnar at halda greiðu á nógvum uppgávum samstundis.  Tað er ein fyrimunur, um tú hevur starvssroyndir innan kundatænastu.

Í BankNordik leggja vit stóran dent á, at vit útvikla og menna okkum. Tí vænta vit, at tú sum næmingur ert nýhugsandi og sært møguleikar heldur enn forðingar.

 

Umsókn

Í umsóknini vilja vit fegin hava at vita:

  • Hví tú ynskir lærupláss
  • Hvørjar lærugreinir í skúlanum tær dámar best
  • Hvørji frítíðarítriv, tú hevur
  • Møgulig arbeiði eftir skúlatíð ella í frítíðin
  • Okkurt um teg sjálva/n, ið tú metir hevur okkara áhuga
  • Hvørjari deild tú ynskir at koma á
  • Navn, bústað, føðingardag og telefonnummar

Eitt gott hugskot er eisini at fylgja okkara ráðum til umsóknina niðanfyri.

 

Soleiðis gerst tú næmingur í BankNordik

Mand skriver på laptop

Góð ráð til umsóknina

Nógv hava trupult við at skriva eina góða umsókn og eitt gott lívsrensl (CV), tí tað kann verða ringt at seta orð á, hvat man kann bjóða eini fyritøku, og hvat hevur givið íblástur til at søkja starvið. Tí hava vit sett nøkur góð ráð saman, sum vónandi kunnu hjálpa tær á veg. 

 

Próvtøka

Fá meira at vita um próvtøkurnar, ið eru knýttar at útbúgvingini.

To kvinder kigger på computerskærm på kontor

Okkara arbeiðspláss

Les um BankNordik-samtakið sum arbeiðspláss.

Løn og arbeiðstíð

Hvuss nógv og hvussu leingi? Kunna teg um viðurskiftini her.

At vera næmingur í bankanum

Les um upplivingina og royndirnar hjá einum fyrrverandi næmingi.

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv