Starvslýsing

Ráðgevi til Tænastumenning

Vit sóknast eftir einum dugnaligum og arbeiðssomum ráðgeva til toymið, sum arbeiðir við at menna og effektivisera mannagongdir í BankNordik-samtakinum. Hevur tú áhuga fyri og royndir við at effektivisera starvsøkir og mannagongdir, er tað møguliga tær, vit leita eftir.

Starvið

Tænastumenning er ein lutfalsliga nýggj deild, sum skal tryggja, at mannagongdir og arbeiðshættir í øllum samtakinum virka so skynsamt og smidliga sum gjørligt. Sum ráðgevi fara tínar uppgávur m.a. at fevna um:

  • at kanna, greina og skráseta verandi mannagongdir
  • at gera tilmæli til broytingar saman við restini av toyminum
  • at samskifta við starvsfelagar tvørtur um landamørk og faklig mørk til tess at fáa í lag neyðugar broytingar
  • at ráðgeva starvsfelagum í sambandi við nýggjar mannagongdir
  • at skriva og lýsa mannagongdir

Førleikakrøv

  • Tú hevur royndir við at optimera mannagongdir og at skipa arbeiðsuppgávur á bestan hátt (“Operations Management”)
  • Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir við Lean/Six-Sigma
  • Tú hevur analytisk evni
  • Tú hevur royndir við og hug til at arbeiða við fólki og atburðsbroyting

Vit vænta, at tú hevur eitt skipað og sjálvstøðugt arbeiðslag, ert framsøkin og dugir væl at samskifta á føroyskum og donskum.

Tað er eisini ein fyritreyt, at tú ert fyrikomandi, megnar at hava greiði á fleiri uppgávum í senn, eins og tú tekur virknan lut í at skapa eitt gott arbeiðsumhvørvi.

Vit bjóða

Eitt spennandi og avbjóðandi starv við góðum møguleikum fyri fakligari og persónligari menning í einum góðum, nútímans og livandi arbeiðsumhvørvi. Starvsstaðurin er í høvuðssætinum á Oknarvegi í Havn.

Umsókn

Søk starvið her í seinasta lagi 20. november 2019.

Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Snorra Danielsen, deildarleiðara, á sda@banknordik.fo ella á tlf. 230 483.


Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv