Um bankan

Vit lata upp aftur við avmarkaðari tænastu á deildum okkara

Í BankNordik vilja vit gera okkara til tess at fyribyrgja smittu við koronavirusi, men eins og restin av samfelagnum fara vit nú eisini varisliga at lata upp aftur á deildum okkara frá mánadegnum 4. mai.

Avmarkaðar avgreiðslutíðir
Orsakað av umstøðunum verður avgreiðslan á okkara deildum fyribils skerd, og tí verður opið soleiðis:

  • Týsdagar kl. 10-12
  • Hósdagar kl. 14-16


Í hesum tíðarskeiði ber til at avgreiða hesi viðurskifti:

  • atgongd til kundaboks
  • hjálp til kort og Netbanka
  • avgreiða og undirskriva ymisk skjøl, ið ikki kunnu avgreiðast talgilt í Netbankanum

Tað ber sostatt ikki til at koma inn í bankan at avgreiða peningaligu viðurskiftini sum vant.


Í hesum sambandi er umráðandi, at øll starvsfólk og viðskiftafólk fylgja leiðreglunum frá myndugleikunum um reinføri og frástøðu.

Fyri at fyrbyrgja og avmarka smittu mæla vit framvegis okkara viðskiftafólkum til at brúka Netbankan og sjálvtøkur – har eisini ber til at seta pengar inn - soleiðis at vitjanir inni á deildunum verða avmarkaðar mest møguligt og bert brúktar til viðurskifti, sum ikki kunnu avgreiðast á annan hátt.

Um tú hevur sjúkueyðkenni, skalt tú bíða við at koma í bankan, til tú ikki hevur havt sjúkueyðkenni í 2 dagar.


Kundafundir bert sambært avtalu
Tað ber nú til at halda fund við tín ráðgeva, har fundurin er avtalaður frammanundan. Fyri at fyribyrgja smittu fara vit næstu tíðina tó framvegis at halda allar kundafundir – har tað ber til - sum netfundir ella telefonfundir. Tað verður tí sotatt bert møguligt at hava fundir á deildunum, um teir ikki kunnu haldast sum net- ella telefonfundur, og tá verður bert talan um styttri fundir, har neyðug atlit til frástøðu verða tikin.

Tað er ómakaleyst at halda netfund, og sum kundi kanst tú fáa hjálp frá tínum ráðgeva sum vant, hóast tit ikki sita saman. Tú kanst lesa meiri um hetta her.

Soleiðis brúkar tú okkum komandi tíðina
Vit heita á okkara viðskiftafólk um at seta seg í samband við okkum á telefon, telduposti, kjatti ella í Netbankanum, og at allir fundir verða hildnir sum netfundir, um hetta ber til.


Finn okkum her:

• Ring 330 330
• Send okkum teldubræv á kundi@banknordik.fo
• Halt netfund við tín ráðgeva
• Brúka sjálvtøkur til at seta pening inn og til at taka út – eisini evrur
• Skriva til okkara í Netbankanum
• Kjatta við okkum á heimasíðuni
• Fylg okkum á Facebook


Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv