Um bankan

COVID-19 ávirkar úrslitið fyri 1. ársfjórðing og útlitini fyri 2020

”Vit fingu eina góða ársbyrjan og megnaðu í fyrsta ársfjórðingi bæði at skerja útreiðslurnar og økja inntøkurnar. Rakstrarúrslitið gjørdist 45 mió. kr., ið er 46% hægri enn sama tíðarskeið í fjør. Góða gongdin stendur tó í skugganum av koronakreppuni, ið hevði stóra ávirkan á úrslitið í ársfjórðinginum. Virðisbrævaognin hjá bankanum gav hall orsakað av gongdini á virðisbrævamarknaðinum, tryggingarinntøkurnar lækkaðu, og vit settu harumframt 25 mió. kr. av til niðurskrivingar, sum kunnu væntast í kjalarvørrinum á kreppuni. Samanumtikið gav fyrsti ársfjórðingur 30 mió. kr. í halli. Vit eru tó væl brynjað til framtíðina og vænta framvegis eina framgongd í grundrakstrinum og 30 - 80 mió. kr. í nettoúrsliti í ár,” sigur Árni Ellefsen, forstjóri í BankNordik.

Gott rakstrarúrslit hóast stór skaðaendurgjøld

Nettorentuinntøkurnar hækkaðu við 4% og tænastugjøldini við 13% samanborið við fyrsta ársfjórðing í fjør. Rakstrarútreiðslurnar lækkaðu við 10% sama tíðarskeið. Tryggingarinntøkurnar lækkaðu við 56% orsakað av størri skaðaendurgjøldum i sambandi við stormskaðar og avlýstar uttanlandsferðir.

Hóast stóru hækkingina í skaðaendurgjøldum gjørdist rakstrarúrslitið áðrenn niðurskrivingar 45 mió. kr., sum svarar til 46% í vøkstri samanborið við fyrsta ársfjórðing í 2019.

Stóra óvissan, ið er knýtt at støðuni viðvíkjandi COVID-19, hevur við sær, at bankin í fyrsta ársfjórðingi avgjørdi at seta 25 mió. kr. av til tap, ið kunnu væntast orsakað av koronakreppuni í 2020. Ófriðurin á fíggjarmarknaðunum hevur havt lækkandi kursir og víðkað kredittspenni við sær, og í tí sambandi gav avkastið av virðisbrævaogn bankans 51 mió. kr. í halli í fyrsta ársfjórðingi. Umleið 20 mió. kr. av hesum tapi er tó vunnið inn aftur í apríl, av tí at støðan á fíggjarmarknaðunum er komin í eina tryggari legu.

Hóast góðu gongdina í grundrakstrinum hava væntaðu niðurskrivingarnar og hallið á virðisbrævaognini við sær, at úrslitið hjá BankNordik fyri skatt í fyrsta ársfjórðingi vísti 30 mió. kr. í halli. Samtakið er tó sera væl bjálvað, og solvensurin í fyrsta ársfjórðingi var 23,4% samanborið við 22,3% við ársenda 2019. Solvenskravið er framvegis 9,4%, og bankin hevur sostatt ein solvens, ið er 14%-stig omanfyri lógarkravið.

Útlitini fyri 2020 ávirkað av COVID-19

Orsakað av óvissuni, ið COVID-19 hevur við sær fyri samfelagsbúskapin og fíggjarligu úrslitini hjá peningastovnum, vórðu áður fráboðaðu væntanirnar um 100-150 mió. kr. í nettoúrsliti fyri 2020 fyribils avtiknar tann 20. mars.

BankNordik hevur nú endurmett fíggjarligu útlitini fyri árið og væntar í staðin 30 – 80 mió. kr. í nettoúrsliti, og tað er 70 mió. kr. lægri enn upprunaliga mett. Høvuðsorsøkirnar til versnaðu útlitini eru niðurskrivingar á útlánum, hall á virðisbrævaogn bankans og tryggingarendurgjøld í sambandi við ferðatryggingar.

Fíggjarligu útlitini hjá samtakinum eru grundað á væntanirnar fyri framtíðina og sostatt tengd at óvissu. Av tí at eingin veit, hvussu leingi COVID-19 fer at herja, er óvissan uppaftur størri enn vanligt. Roknskapurin hjá BankNordik fyri fyrsta ársfjórðing verður kunngjørdur tann 30. apríl.

Høvuðstøl

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv