Tre unge mennesker

BankNordik søkir eftir næmingum

Sum næmingur í BankNordik fært tú eina góða útbúgving í einari nýmótans og altjóða fyritøku. Lærutíðin er tvey ár og er bæði ástøðilig og praktisk. Útbúgvingin gevur góðar framtíðar starvsmøguleikar, eins og tú eftir lokna útbúgving hevur eitt sterkt grundarlag at byggja víðari á.

Fyri at fáa lærupláss í bankanum skalt tú hava student, HHX ella tilsvarandi við virkisbúskapi og støddfrøði á hástigi. Vit vænta, tú hevur áhuga fyri búskaparfrøði, ert sjálvstøðug/ur, málrættað/ur, búgvin og hevur hug at samskifta við nógv ymisk fólk. Sum persónur ert tú positivur, útvendur, forvitin og miðvísur, umframt at tú ert væl skipaður og megnar at halda greiðu á nógvum uppgávum samstundis.  Tað er ein fyrimunur, um tú hevur starvssroyndir innan kundatænastu.

Vit søkja næmingar til hesar deildir at byrja 1. september 2020

Tórshavn - Vágar - Saltangará - Klaksvík - Tvøroyri  

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv