Hví er rentan í bankunum negativ?

Fleiri bankar hava seinastu tíðina ásett negativa rentu á innlánskontur hjá kundunum.

Tað er yvirskipaða gongdin á marknaðinum og áhaldandi negativa renta hjá tjóðbankanum, sum eru orsøk til rentulækkingina. Negativa rentustøðið sær út til at fara at vara í fleiri ár afturat, og hetta hevur nú við sær, at BankNordik og aðrir peningastovnar áseta negativa rentu.

Í filmsbrotunum fært tú meira at vita um, hvussu negativa rentan ávirkar teg. Eisini sært tú íløguleiðaran í BankNordik greiða frá, hví rentan hjá tjóðbankanum og lítli búskaparvøksturin í Evropa ávirka rentuna í bankanum.

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv