BankNordik fingið virðisløn fyri bestu talgildu kundaloysnir

BankNordik var í uppskoti at vinna tvær virðislønir í sambandi við ráðstevnuna ”Årets Digitale Finansvirksomhed”, sum FinansWatch og Wilke skipa fyri. Nú er greitt, at BankNordik hevur vunnið fyrstu virðisløn, ið verður latin fyri bestu talgildu kundaloysnir. Bankin fekk samstundis aðru virðisløn, tá ið ársins talgilda fíggjarfyritøka varð vald.

Í ár er tað 5. ferð, at ráðstevnan varpar ljós á talgildu menningina í danska fíggjargeiranum. Á ráðstevnuni fáa fíggjarfyritøkur viðurkenning fyri tey bestu avrikini, tá ið ræður um at geva kundunum góðar talgildar loysnir. Hóast sjálv ráðstevnan bleiv avlýst orsakað av COVID-19, eru vinnararnir nú kunngjørdir, og BankNordik fekk fyrstu virðisløn fyri “bestu talgildu kundaloysnir” og aðru virðisløn sum “ársins talgilda fíggjarfyritøka” í bólkinum av miðalstórum peningastovnum.

”Í fyrsta umfari var tað ein heiður fyri okkum at verða tilnevnd til báðar virðislønirnar, ið vórðu latnar. Vit leggja okkum støðugt eftir at menna talgildar loysnir, ið kunnu gera tað lættari og betri at vera kundi hjá okkum, og tí eru vit sera fegin um at vinna og fáa viðurkenning fyri júst hetta arbeiðið,” sigur Turið F. Arge, rakstrarstjóri í BankNordik.

Fyrsta virðisløn – bestu talgildu kundaloysnir

BankNordik fær góð skoðsmál fyri menningina av nýggja Netbankanum, ið verður tøkur hjá kundunum at brúka í 2021. Nýggi Netbankin fer at hava fleiri nýggjar funkur, ið skulu gera tað ómakaleysari hjá kundunum at samskifta við bankan og at avgreiða ymisk fíggjarviðurskifti.

Onnur virðisløn – ársins talgilda fíggjarfyritøka

BankNordik hevur eisini ment aðrar talgildar loysnir, ið gera tað møguligt at veita kundunum eina smidligari tænastu. Eitt nú hevur bankin ment eitt tólmenni við 100 ymiskum eginleikum, ið er við til at gera innanhýsis mannagongdir í bankanum einfaldari. Tólmennið verður m.a. brúkt til at stovna avtalur og tænastur, og í 2019 bleiv tað brúkt meira enn 2 mió. ferð. Fyrra hálvár í ár er tólmennið longu brúkt meira enn 3 mió. ferð, og hetta er við til at geva starvsfólkunum meira tíð til at ráðgeva kundunum. Í grundgevingini fyri aðru virðislønina verður víst á, at BankNordik fær besta ummælið fyri júst hetta arbeiðið.

Eingin ivi er um, at talgilda menningin framhaldandi fer at hava ein týðandi leiklut hjá BankNordik komandi árini. ”Talgildar loysnir og sjálvvirkandi mannagongdir fara at vera avgerandi, tá ið vit komandi árini skulu menna góðar, tryggar og snildar loysnir til kundarnar. Í okkara talgildu strategi hava vit lagt okkum eftir at veita loysnir, ið kunnu vera við til at geva kundunum ein einfaldan og lættan gerandisdag. So nógv sum gjørligt skal kunna avgreiðast talgilt, men tað skal eisini altíð bera til hjá kundunum at velja at fáa persónliga ráðgeving,” sigur Turið F. Arge.

Nærri kunning

Turið F. Arge, rakstrarstjóri, tel: 330 678 og t-postur: tfa@banknordik.fo.

 

 

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv