Kvinnur og menn eins stóran áhuga fyri fíggjarviðurskiftum – tó er fíggjarstøðan ymisk

Í sambandi við altjóða kvinnudagin í gjár, hevur Spyr gjørt eina kanning fyri BankNordik um kyn og fíggjarviðurskifti.

Kanningin vísir millum annað, at kvinnur og menn siga seg í líka stóran mun hava innlit í og áhuga fyri sínum fíggjarviðurskiftum. Áleið 50% av spurdu kvinnunum siga seg hava gott innlit í síni fíggjarviðurskifti, ímeðan 55% av spurdu monnunum siga tað sama.

Tó síggja vit, at sjálv fíggjarstøðan hjá kvinnum og monnum í Føroyum er ymisk. 

Kvinnur verri fyri fíggjarliga

Tøl frá Hagstovuni vísa, at kvinnur hava eina miðal inntøku á áleið 25.500 kr. um mánaðin, ímeðan miðal inntøkan hjá monnum er knappar 38.000 kr. um mánaðin. Tølini vísa eisini, at menn í Føroyum hava eina pensjónssamansparing, ið er áleið 30% hægri enn pensjónssamansparingin hjá kvinnum.

Sambært nýggju kanningini, sum Spyr hevur gjørt, svaraðu 43% av spurdu kvinnunum eisini, at maki teirra hevur hægst inntøku í húsarhaldinum. Bara 16% av spurdu monnunum svaraðu tað sama.

Barnsburðarfarloyvi ávirkar fíggjarstøðuna

Tað eru nógv viðurskifti, sum ávirka fíggjarstøðuna hjá tí einstaka. Eitt nú kunnu barnsburðarfarloyvi og parttíðararbeiði ávirka fíggjarstøðuna. Sambært tølum frá Hagstovuni síggja vit, at kvinnur í størri mun arbeiða parttíð, og vit síggja eisini, at kvinnurnar taka størsta partin av barnsburðarfarloyvinum.

Í nýggju kanningini, sum Spyr hevur gjørt fyri BankNordik, svaraðu 28% av teimum spurdu, sum hava børn, at tey tosaðu um fíggjarligu avleiðingarnar við at fara í barnsburðarfarloyvi. Tó søgdu 94% av teimum spurdu seg einki hava gjørt við fíggjarligu avleiðingarnar fyri tann, sum fór í barnsburðarfarloyvi.

Vantandi áhugi fyri pensjón og íløgum

Lønin og arbeiðstíð hevur nógv at siga í sambandi við, hvussu væl tú ert fyri fíggjarliga. Onnur viðurskifti, ið eisini kunnu vera avgerandi, eru eitt nú pensjón og íløgur.

Í kanningini bleiv eisini spurt inn til hesi viðurskifti, og har svaraðu 75% av spurdu kvinnunum seg ikki gera íløgur. Fyri spurdu menninar er talið 61%. Hyggja vit eftir pensjónsviðurskiftunum, eru tað fleiri kvinnur enn menn, sum siga seg einki innlit hava í síni pensjónsviðurskifti.

Meira um evnið

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv