Turið F. Arge heldur fram í BankNordik

Tann 1. februar varð danska virksemið hjá BankNordik selt, og í tí sambandi boðaði Turið F. Arge, rakstrarstjóri, frá, at hon hevði ætlanir um at leita sær nýggjar avbjóðingar uttan fyri BankNordik-samtakið eftir 1. apríl.

Ein tíð er nú fráliðin, síðan sølan varð framd, og eftir drúgva umhugsanartíð hevur Turið F. Arge nú kortini játtað at halda fram í starvinum sum rakstrarstjóri og í samtaksleiðsluni.

“Eg eri sera fegin um, at Turið F. Arge hevur játtað at halda fram í BankNordik, og at hennara vitan og førleikar framhaldandi fara at koma samtakinum til gagns,” sigur Árni Ellefsen, forstjóri.

Samtaksleiðslan í BankNordik er mannað av Árna Ellefsen, forstjóra, Rune Nørregaard, kreditt- og fíggjarstjóra og Turið F. Arge, rakstrarstjóra.

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv