Rentan hækkar í næstum

Á fundi 21. juli avgjørdi evropiski miðbankin (ECB) at hækka rentuna við 0,5%-stigum. Rentuhækkingin var væntandi og hevur til endamáls at tálma inflatiónini, ið hevur verið hækkandi seinasta árið. Í kjalarvørrinum á fráboðanini hjá ECB boðaði danski tjóðbankin frá somu rentuhækking, og hetta hevur nú við sær, at BankNordik í næstum fer at hækka bæði innlánsrentur og útlánsrentur.

“Rentubroytingin merkir, at rentan á øllum innlánum og útlánum við broytiligari rentu fer at hækka. Tað verður eitt sindur dýrari at læna pening, meðan minni skal gjaldast í negativari rentu av teimum innlánum, sum kundarnir hava í bankanum,” sigur Árni Ellefsen, forstjóri í BankNordik.

Fyri privatkundar fara innlánsrentur at hækka við upp til 0,5%-stigum p.a., meðan útlánsrentur fara at hækka við 0,4%-stigum p.a. Fyri vinnukundar fara innlánsrentur at hækka við upp til 0,3%-stigum p.a., meðan útlánsrentur fara at hækka við 0,5%-stigum p.a. Rentubroytingin fær gildi 5. september, og lýst verður í bløðunum í næstum.

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv