Bústaðartiltøk

Burðardyggar umvælingar

Hevur tú ætlanir um at umvæla bústaðin, men veitst tú ikki, hvar tú skalt byrja, og hvussu tú kemur á mál við tínari verkætlan? Tá ið tú skalt umvæla ella umbyggja, er nógv at taka støðu til, og nógvir spurningar kunnu stinga seg upp. Hvussu velur tú orkusparandi og burðardyggar loysnir, og hvat slag av orkuskipan loysir tað seg best at velja?

Vit bjóða inn til tiltøk kring landið, har vit varpa ljós á burðardyggar og orkusparandi umvælingar. Tú fært kunning, góð ráð og íblástur frá orkuserfrøðingi og arkitekti.

Serfrøðingar til tiltøkini:

  • Kári Mortensen, orkuráðgevi á Umhvørvisstovuni, greiðir frá møguleikum og sparingum við grønum orkuloysnum. Eisini fer hann at vísa á ítøkilig dømi frá ymiskum húskjum við ymiskum tørvi, sum hava valt ymisk sløg av hitapumpum.
  • Fríða Berg, arkitektur, fer at greiða frá sínum royndum við at umvæla egnan bústað. Hon fer at geva góð ráð um at velja burðardyggar og varandi loysnir, ið kunnu vera við til at skapa góðan trivnað hjá tær og tínari familju.

Harumframt fært tú kunning um ymisku fíggingarmøguleikarnar, sum eru í sambandi við umbygging og umvælingar, og tú fært eisini vitan um, hvussu tú tryggjar bústaðin best, meðan arbeiðið fer fram.


Lán til orkusparandi ábøtur

Hevur tú ætlanir um at gera orkusparandi og umhvørvisvinarligar ábøtur á bústaðin, kanst tú taka eitt Orkulán við serliga lagaligari rentu. Orkulán kann brúkast til bjálving, nýggj vindeygu, tekju, klædning og alternativa orkuskipan.

Tekna teg her

Góð ráð til bústaðarkeypið

Fyri fólk flest er eitt bústaðarkeyp ein sera stór avgerð og helst tann størsta íløgan, tá ið samanum kemur.

Hvat kostar tað at læna?

Royn okkara bústaðarlánsroknara og fá eina ábending um, hvat eitt bústaðarlán fer at kosta tær.

Grønt bústaðarlán

Lánið er til tín, ið hevur sethús ella íbúð, ið verður hitað við varandi orku.

Orkusparandi ábøtur

Um tú bjálvar húsini og skiftir vindeyguni fært tú eini betri og fjálgari hús, samstundis sum orkunýtslan og hitarokningin minka.