Íløgur í partabrøv

Tá tú keypir eitt partabræv, verður tú partaeigari í einum partafelag, sum gevur partabrøvini út. Váðin fyri tapi er avmarkaður til ta upphædd, sum tú hevur sett í, meðan tín møguleiki fyri vinningi er óavmarkaður.

Um tú gert íløgur í partabrøv, eigur tú at spjaða tínar íløgur á fleiri fyritøkur, og tað er eisini eitt gott hugskot at hava ein lutfalsliga langan tíðarkarm. Harvið minkar tú um váðan við tíni íløgu og økir møguleikan fyri vinningi.

Váði

At gera íløgur hevur altíð ein ávísan váða fyri, at væntanirnar um gongdina framyvir ikki halda. Ein íløga kann hava tap við sær treytað av gongdini í kursinum og tann, sum ger íløguna, ber váðan fyri hesum.

Marknaðargreining hjá BankNordik

Her finnur tú greining av fíggjarmarknaðunum hjá BankNordik, sum verður nevnd BankNordik Markets Update. Her kanst tú lesa bankans metingar av fíggjarmarknaðnunum umframt okkara yvirskipaðu tilmæli.

Les BankNordik Markets Update her.

Vit røkta íløgurnar fyri teg

Fá meira at vita um, hvussu vit kunnu hjálpa tær.

Tú røktar íløgurnar

Góð ráð til tín, sum vilt røkta íløgurnar sjálv/ur.

Íløgufelag

Serfrøðingar taka sær av tínum íløgum, og tú avmarkar váðan fyri tapi við at spjaða íløguna á fleiri virðisbrøv.

Íløgutíðindi

Fá nýggjastu tíðindini og viðmerkingarnar um støðuna á íløguøkinum.

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv