Garmin Pay

Garmin Pay er ein talgildur pengapungur til tín, sum hevur eitt Garmin ur. Tú knýtir Garmin Pay at tínum uri, og síðani kanst tú ómakaleyst og trygt gjalda við tínum Garmin uri.

Tú mást hava eitt Visa/Dankort ella Mastercard frá BankNordik og eitt Garmin ur fyri at brúka Garmin Pay. Garmin Pay kann brúkast saman við urum, ið styðja uppundir Garmin Pay-appina.

Tak Garmin Connect appina niður á títt ur, har tú vanliga tekur appir niður. Knýt títt Visa/Dankort ella Mastercard at Garmin Connect, og síðani er klárt at gjalda í handlum. Tú kanst gjalda við Garmin Pay í øllum handlum, har tað ber til at gjalda við gjaldskortum, ið hava nándfunku; t.e. tá ið tú rindar uttan at seta kortið í terminalin, men bert við at halda tað at terminalinum.

 

Stutt og greitt um Garmin

  • Lætt og trygt at gjalda
  • Brúka Visa/Dankort ella Mastercard
  • Rinda í handlum har tað vanliga ber til at gjalda við gjaldskortum við nándfunku

Soleiðis rindar tú við Garmin Pay

Tað er skjótt og lætt at gjalda við Garmin Pay. Tú velur ”Garmin Wallet” í valmyndini á urinum og heldur urið yvir gjaldsterminalin í handlinum.

Her kanst tú gjalda við Garmin Pay

Tú kanst nýta Garmin Pay á øllum kortterminalum, har hetta súmbolið verður víst:

Garmin Pay og trygd

Tá ið tú rindar við Garmin Pay, brúkar skipanin eitt serligt nummar, ið er knýtt at tínum tóli umframt eina serstaka keypskotu. Títt fulla kortnummar verður hvørki goymt á tínum tóli ella á servarum hjá Garmin, og handlarnir fáa heldur ikki tínar upplýsingar. Garmin Pay goymir ikki upplýsingar um tíni keyp, ið kunnu verða førd aftur til tín. Tað er sostatt bert tú, ið hevur vitan um, hvar og hvat tú hevur goldið við Garmin Pay.

Spurningar og svar

Garmin Pay

Hvar kann eg gjalda við Garmin Pay?
Í øllum handlum, ið hava ein gjaldsterminal við hesum súmboli, ið er til nándkort: ))))
Á hvørjum urum kann Garmin Pay brúkast?

Fyri at brúka Farmin Pay skalt tú hava eitt Garmin ur. Sí her, hvørji ur kunnu brúkast av Garmin Pay: https://buy.garmin.com/da-DK/DK/c10002-p1.html?FILTER_USERPROFILE_GARMINPAY=true&sorter=featuredProducts-desc 

Kann eg brúka Garmin Pay, um Garmin Connect appin liggur á telefonini hjá mínum arbeiðsgevara?
Ja, tú skalt bara minnast til at strika Garmin Connect appina, um tú letur arbeiðsgevaranum telefonina aftur.
Síggi eg á kontuyvirlitinum, at eg havi goldið við Garmin Pay?

Tá ið tú hevur goldið við Garmin Pay, líkist tað einari vanligari kortgjalding. Tú sært sostatt ikki, at tú hevur goldið við Garmin Pay.

Tað riggar ikki at skráseta kortið, hvat skal eg gera?

Fyri at kunna skráseta kortið í Garmin Pay mást tú kanna hetta:

  • Títt Mastercard ella VISA/Dankort skulu vera frá BankNordik
  • Um tað framvegis ikki riggar at skráseta kortið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum á telefon 330 330.
Eg havi einki loynital fingið, og eg fái ikki skrásett meg
Um tú fært boð um at ringja til okkara, men ikki fært møguleika at velja at fáa eitt loynital við SMS, so er orsøkin, at vit ikki hava títt telefonnummar. Í tí føri má ein sjálvgreiðsluavtala fyrst stovnast, og eftir hetta kann rætta telefonnummarið verða stovnað, og tú kanst síðani royna aftur.
Eg havi fingið nýggja telefon, hvussu flyti eg míni kort til nýggju telefonina?

Tá ið tú tekur niður appina garmin Connect á nýggju telefonina, verða tíni gjaldskort í Garmin Pay sjálvvirkandi synkroniserað.

Er tað munur á, um eg rindi eina upphædd, sum er niðanfyri ella omanfyri 350 kr.?

Nei, Garmin Pay riggar á sama hátt, sama hvør upphæddin er.

Er nakað hámark fyri, hvussu nógv eg kann gjalda fyri við Garmin Pay?

Um tú rindar við Visa/Dankorti, kanst tú brúka í mesta lagi 25.000 kr. fyri hvørjar 14 dagar. Viðvíkjandi øðrum kortsløgum eru somu hámørk galdandi, sum á vanliga gjaldskortinum. Les meira um nýtsluhámørk.

Hvat geri eg, um urið hvørvur ella verður stolin?
Tað sama, sum tú gert, um vanliga gjaldskortið hvørvur ella verður stolið: Tú setir teg í samband við okkum, so vit kunnu sperra kortið.
Hvat kostar tað?

Tað kostar einki at hava Garmin Pay, og eingi tænastugjøld eru á gjaldingum við Garmin Pay.

Hvat skal eg hava fyri at brúka Garmin Pay?

Tú skalt brúka:

  • eitt Garmin Ur, ið kann brúkast saman við Google Pay
  • eina telefon har Garmin Connect-appina er tikið niður á
  • eitt Mastercard ella Visa/Dankort

Hvat hendir, um eg striki míni kort í Garmin Pay?

So strikar tú talgilda kortið og mást skráseta kortið umaftur í Garmin Pay, um tú vilt kunna brúka tað. Tú kanst skráseta kortið í Garmin Connect appini.

Hví er mítt vanliga/talgilda kort sperrað?
Títt vanliga og talgilda kort eru knýtt at hvørjum øðrum. Tað vil siga, at um títt vanliga gjaldskort ikki er virkið, ber tað heldur ikki til at brúka kortið við Garmin Pay. Er tað vanliga kortið sperrað, verður tað eisini sperrað í Garmin Pay.
Hví fái eg einki loynital við SMS?
Eitt einnýtisloynital (OTP) er eitt fyribils loynital, sum verður sent sum SMS. Um tú ikki hevur fingið tað, er orsøkin helst, at telefonnummarið, sum er skásett hjá okkum, ikki er rætt.
Hvørji kort kann eg brúka saman við Garmin Pay?

Tú kanst bæði brúka Visa/Dankort og Mastercard.

Hvussu nógv kort kann eg skráseta í Garmin Pay?

Tú kanst skráseta 5 kort í Garmin Pay.

Hvussu striki eg eitt kort í Garmin Pay?

Tað kanst tú gera í Garmin Pay Connect appini.

Hvussu trygg er loysnin?

Google Pay er ein sera trygg loysn, av tí at ongar upplýsingar um kortið verða goymdar á telefonini, og at kortupplýsingar tí ikki verða sendar millum telefon og gjaldsterminal. Sostatt er einki kortnummar, sum kann avlesast.

Umframt hetta verður framkomin tøkni til at brongla dáta brúkt.

Um kortið kortini verður misnýtt, ert tú líka væl tryggjað/ur sum við vanliga gjaldskortinum.

Urið skrásetur tá tú koyrir tað av og á. Tú tøppar loynitalið inn, tá tú koyrir urið á. Garmin pay kann ikki gjøgnumføra eitt gjald, áðrenn loynitali er tøppa inn. Tá tú tekur urið av aftur, kann Garmin pay ikki brúkast.

Missir tú tína fartelefon, mást tú alt fyri eitt seta teg í samband við okkum, soleiðis at gjaldskortini í Garmin Pay kunnu verða sperrað.

Hvussu velji eg, hvørjum korti eg vil gjalda við í Garmin Pay?

Tað kortið, sum tú helst brúkar, er sjónligt. Hevur tú meira enn eitt kort í Garmin Pay, kanst tú skifta til eitt annað kort við at flyta fingurin eftir skerminum, áðrenn tú skalt gjalda.

Kann eg gjalda við Garmin Pay, hóast eg ikki havi netsamband?

Ja, gjaldingar við Garmin Pay krevja ikki netsamband.

Kann eg gjalda við Garmin Pay uttanlands?

Ja, tú kanst gjalda við Garmin Pay í øllum gjaldsterminalum, sum taka ímóti nándgjaldi, t.e. kontaktleyst gjald - sama hvørjum landi tú ert í.

Kann eg gjalda við Garmin pay uttan at læsa Garmin Pay upp?

Ja, tú skalt bara tendra skermin.

Kann eg skráseta míni kort til Garmin Pay á urið hjá børnunum?

Nei, tíni kort eru persónlig, og tú skalt ikki lata øðrum upplýsingar um tíni kort. Tað stendur í treytunum.

Kunnu tveir persónar, t.d. makar, skráseta gjaldskort í sama Garmin Pay?

Nei, Garmin Pay er persónligt og eigur tí ikki at verða brúkt av ymiskum persónum.

Mítt vanliga gjaldskort gongur skjótt út. Hvat skal eg gera?
Tá ið tað nýggja kortið verður virkjað, verður ein dagføring sjálvvirkandi gjørd, soleiðis at tú kanst brúka kortið á Garmin Pay sum vant.
Síggi eg eina Garmin Pay-gjalding alt fyri eitt á kontuyvirlitinum?

Tá ið tú rindar við Garmin Pay, er tað at rokna sum ein altjóða gjalding. Tí sært tú ikki gjaldingina fyrr enn nakrar dagar seinni - á sama hátt sum tá ið tú brúkar gjaldskort uttanlands.

Visa/Dankort

Eitt úttøku- og gjaldskort, sum kann brúkast kring allan heim.

Mastercard

Mastercard er eitt altjóða gjaldskort, sum kann nýtast um allan heim.

Góð ráð um kort

Tryggja tær, at kortið ikki verður misnýtt.

Sperra kort

Um kortið verður stolið, ella tú missir tað burtur.