Google Pay

Google pay á netbankanum sum app

Stutt og greitt um Google Pay

  • Lætt og trygt at gjalda
  • Brúka Visa/Dankort ella Mastercard
  • Rinda í handlum, á netinum og í appum

Soleiðis gert tú

Fyri at kunna brúka Google Pay skalt tú bert skráseta títt gjaldskort.

  • Far inn í Netbankan sum app
  • Trýst á "Valmynd"
  • Trýst á “Míni kort". Vel tað kortið, tú vilt brúka
  • Trýst á svarta G-pay breddan
  • Fylg vegleiðingini á skerminum

 

Soleiðis rindar tú

Google Pay er ein lættur og tryggur máti at rinda við í handlum, í appum og á netinum við tíni Android telefon ella teldli. Gjaldið gongur skjótt, og tú skalt ikki nýta onnur tól enn tínar vanligu Android eindir.

Við Google Pay kanst tú lætt og einfalt rinda í handlum við tíni Android telefon. Tú rindar kvikliga við Google Pay við bert at læsa tína telefon upp við kotu ella fingramerki, og síðan at halda telefonini tætt aftur at gjaldsterminalinum, júst sum tú vanliga gert við tínum kontaktleysa gjaldskorti.

Fyritreyt fyri at kunna rinda við Google Pay i handlum er, at tín Android eind hevur stýrisskipan Android 5.0 ella hægri, umframt at hon hevur NFC-flís.

Her kanst tú gjalda
Tú kanst gjalda við Google Pay í øllum kortterminalum, har annað av hesum súmbolum verður víst.

 

Google Pay og trygd


Tá ið tú rindar við Google Pay, brúkar skipanin eitt serligt nummar, ið er knýtt at tínum tóli umframt eina serstaka keypskotu. Títt fulla kortnummar verður hvørki goymt á tínum tóli ella á servarum hjá Google, og handlarnir fáa heldur ikki tínar upplýsingar. Google Pay goymir ikki upplýsingar um tíni keyp, ið kunnu verða førd aftur til tín. Tað er sostatt bert tú, ið hevur vitan um, hvar og hvat tú hevur goldið við Google Pay.

Spurningar og svar

Google Pay

Hvar kann eg gjalda við Google Pay?
Í øllum handlum, ið hava ein gjaldsterminal við Google Pay-búmerkinum ella við hesum súmboli, ið er til nándkort: ))))

Tú kanst eisini gjalda við Google Pay í nethandlum og appum, ið bjóða henda møguleika. Ivast tú í, um nethandilin tekur ímóti gjaldi við Google Pay, sært tú hetta, har gjaldsmøguleikarnir verða lýstir (gjaldskort, flyting o.s.fr.).
Við hvørjum telefonum kann Google Pay brúkast?

Fyri at brúka Google Pay, skalt tú hava eina Android eind, ið í minasta lagið hevurs stýrriskipanina Android 5.0 ella hægri, umfrat at hon hevur NFC-flís.

Kann eg brúka Google Pay, um eg havi telefon frá mínum arbeiðsgevara?
Ja, tú skalt bara minnast til at strika tíni kort, um tú letur arbeiðsgevaranum telefonina aftur.
Síggi eg á kontuyvirlitinum, at eg havi goldið við Google Pay?

Tá ið tú hevur goldið við Google Pay, líkist tað einari vanligari kortgjalding. Tú sært sostatt ikki, at tú hevur goldið við Google Pay. Í Google Wallet sært tú tó eitt yvirlit yvir 10 tær nýggjastu Google Pay-gjaldingar.

Tað riggar ikki at skráseta kortið, hvat skal eg gera?

Fyri at kunna skráseta kortið í Google Pay mást tú kanna hetta:

  • Um tú hevur stýrrisskipanina Androyid 5.0 ella nýggjari
  • Títt Mastercard ella VISA/Dankort skulu vera frá BankNordik
  • Um tað framvegis ikki riggar at skráseta kortið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum á telefon 330 330.
Eg havi einki loynital fingið, og eg fái ikki skrásett meg
Um tú fært boð um at ringja til okkara, men ikki fært møguleika at velja at fáa eitt loynital við SMS, so er orsøkin, at vit ikki hava títt telefonnummar. Í tí føri má ein sjálvgreiðsluavtala fyrst stovnast, og eftir hetta kann rætta telefonnummarið verða stovnað, og tú kanst síðani royna aftur.
Eg havi fingið Android telefon, hvussu flyti eg míni kort til nýggju telefonina?

Tá ið tú meldar nýggju telefonina til títt Google-ID, verða tíni gjaldskort í Google Pay sjálvvirkandi synkroniserað.

Er tað munur á, um eg rindi eina upphædd, sum er niðanfyri ella omanfyri 350 kr.?

Nei, Google Pay riggar á sama hátt, sama hvør upphæddin er.

Er nakað hámark fyri, hvussu nógv eg kann gjalda fyri við Google Pay?

Um tú rindar við Visa/Dankorti, kanst tú brúka í mesta lagi 25.000 kr. fyri hvørjar 14 dagar. Viðvíkjandi øðrum kortsløgum eru somu hámørk galdandi, sum á vanliga gjaldskortinum. Les meira um nýtsluhámørk.

Hvat geri eg, um telefonin hvørvur ella verður stolin?
Tað sama, sum tú gert, um vanliga gjaldskortið hvørvur ella verður stolið: Tú setir teg í samband við okkum, so vit kunnu sperra kortið. Tú kanst eisini gera tað sjálv/ur í "Find min enhed" á tíni Google kontu ella í Netbankanum. Soleiðis sperrar tú kortið.
Hvat kostar tað?

Tað kostar einki at hava Google Pay, og eingi tænastugjøld eru á gjaldingum við Google Pay.

Hvat skal eg hava fyri at brúka Google Pay?

Tú skalt brúka:

  • eitt Android-tól, ið kann brúkast saman við Google Pay
  • eitt Mastercard ella Visa/Dankort

Hvat hendir, um eg striki míni kort í Google Pay?

So strikar tú talgilda kortið og mást skráseta kortið umaftur í Google Pay, um tú vilt kunna brúka tað. Tú kanst skráseta kortið í Google Pay appini.

Hví bleiv kortið virkjað, uttan at eg trýsti loynitalið?

Á summum tólum verður loynitalið sjálvvirkandi skrásett, tá ið SMS-boð við loynitalinum kemur.

Hví er mítt vanliga/talgilda kort sperrað?
Títt vanliga og talgilda kort eru knýtt at hvørjum øðrum. Tað vil siga, at um títt vanliga gjaldskort ikki er virkið, ber tað heldur ikki til at brúka kortið við Google Pay. Er tað vanliga kortið sperrað, verður tað eisini sperrað í Google Pay.
Hví fái eg einki loynital við SMS?
Eitt einnýtisloynital (OTP) er eitt fyribils loynital, sum verður sent sum SMS. Um tú ikki hevur fingið tað, er orsøkin helst, at telefonnummarið, sum er skásett hjá okkum, ikki er rætt.
Hvørji kort kann eg brúka saman við Google Pay?

Tú kanst bæði brúka Visa/Dankort og Mastercard.

Hvussu byrji eg at brúka Google Pay?
Fyri at brúka Google Pay skalt tú bert skráseta títt gjaldskort. Tað kanst tú gera í appini Wallet ella í Netbankanum sum app.

Skráset kortið í Wallet

  • Lat Wallet-appina upp
  • Trýst á "Tilføj kort"
  • Tak mynd av kortinum ella tøppa upplýsingarnar inn
  • Kortið verður nú knýtt at Google Pay
  • Skriva loynitalið, sum tú fært sum SMS á telefonnummarið, ið tú hevur upplýst í Netbankanum
  • Kortið er nú virkið og klárt at brúka við Google Pay

 

 
Hvussu nógv kort kann eg skráseta í Wallet?

Tú kanst skráseta 11 kort í Wallet.

Hvussu striki eg eitt kort í Google Pay?

Tað kanst tú gera í Google Pay-appini ella umvegis tína Google kontu.

Hvussu trygg er loysnin?

Google Pay er ein sera trygg loysn, av tí at ongar upplýsingar um kortið verða goymdar á telefonini, og at kortupplýsingar tí ikki verða sendar millum telefon og gjaldsterminal. Sostatt er einki kortnummar, sum kann avlesast.

Umframt hetta verður framkomin tøkni til at brongla dáta brúkt.

Um kortið kortini verður misnýtt, ert tú líka væl tryggjað/ur sum við vanliga gjaldskortinum.

Vit mæla tær til at stilla telefonina til at verða læst sjálvvirkandi, tá ið tú ikki brúkar hana. Á tann hátt fær eingin annar atgongd til telefonina og Google Pay.

Missir tú tína fartelefon, mást tú alt fyri eitt seta teg í samband við okkum, soleiðis at gjaldskortini í Google Pay kunnu verða sperrað.

Hvussu velji eg, hvørjum korti eg vil gjalda við í Google Pay?

Tað kortið, sum er valt, er sjónligt. Hevur tú meira enn eitt kort í Google Pay, kanst tú skifta til eitt annað kort við at flyta fingurin eftir skerminum, áðrenn tú skalt gjalda.

Kann eg gjalda við Google Pay, hóast eg ikki havi netsamband?

Ja, gjaldingar við Google Pay krevja ikki netsamband.

Kann eg gjalda við Google Pay uttanlands?

Ja, tú kanst gjalda við Google Pay í øllum gjaldsterminalum, sum taka ímóti nándgjaldi, t.e. kontaktleyst gjald - sama hvørjum landi tú ert í.

Kann eg gjalda við Google Pay uttan at læsa telefonina upp?

Ja, tú skalt bara tendra skermin.

Kann eg skráseta míni kort til Google Pay á telefonina hjá børnunum?

Nei, tíni kort eru persónlig, og tú skalt ikki lata øðrum upplýsingar um tíni kort. Tað stendur í treytunum.

Kunnu tveir persónar, t.d. makar, skráseta gjaldskort í sama Google Pay?

Nei, Google Pay er persónligt og eigur tí ikki at verða brúkt av ymiskum persónum.

Mítt vanliga gjaldskort gongur skjótt út. Hvat skal eg gera?
Tá ið tað nýggja kortið verður virkjað, verður ein dagføring sjálvvirkandi gjørd, soleiðis at tú kanst brúka kortið á Google Pay sum vant.
Síggi eg eina Google Pay-gjalding alt fyri eitt á kontuyvirlitinum?

Tá ið tú rindar við Google Pay, er tað at rokna sum ein altjóða gjalding. Tí sært tú ikki gjaldingina fyrr enn nakrar dagar seinni - á sama hátt sum tá ið tú brúkar gjaldskort uttanlands.

Visa/Dankort

Eitt úttøku- og gjaldskort, sum kann brúkast kring allan heim.

Mastercard

Mastercard er eitt altjóða gjaldskort, sum kann nýtast um allan heim.

Góð ráð um kort

Tryggja tær, at kortið ikki verður misnýtt.

Sperra kort

Um kortið verður stolið, ella tú missir tað burtur.