Soleiðis brúkar tú okkara sjálvtøkur
BankNordik hevur 16 sjálvtøkur kring landið. Í nógvum av okkara sjálvtøkum kanst tú, umframt at taka pening út, eisini taka evrur út, seta pening inn og áseta aðra upphædd. Her á síðuni hava vit savnað tríggjar filmar, ið forklára hvussu tú brúkar ymisku tænasturnar í okkara sjálvtøkum. Vit vegleiða tær fegin, um tú hevur ivamál.
Soleiðis setir tú pening inn
Soleiðis ásetir tú aðra upphædd
Soleiðis tekur tú evrur út
Spurningar og svar
Í hvørjum sjálvtøkum kann eg seta pening inn?
Tú kanst seta pening inn í hesum sjálvtøkum:
- á Oknarvegi í Havn
- á Áarvegnum í Havn
- í Sandavági
- í Klaksvík
- í Saltangará
- á Tvøroyri
Í hvørjum sjálvtøkum kann eg áseta aðra upphædd?
Tú kanst áseta aðra upphædd í øllum okkara 16 sjálvtøkum.
Okkara sjálvtøkur finnur tú her:
- á Eiði
- í Skopun
- á Toftum
- á Strondum
- í Kollafirði
- í Hoyvík
- í Hornabø í Havn
- í SMS
- í Vági
- í Sandavági
- í Klaksvík
- í Saltangará
- á Oknarvegi í Havn
- á Áarvegnum í Havn
- á Tvøroyri
- á flogvøllinum í Vágum
Í hvørjum sjálvtøkum kann eg taka evrur út?
Tú kanst taka evrur út í hesum sjálvtøkum:
- á Oknarvegi í Havn
- á Áarvegnum í Havn
- á flogvøllinum í Vágum
- í Sandavági
- í Klaksvík
- í Saltangará
- á Tvøroyri
Hvør er kostnaðurin fyri at brúka sjálvtøkurnar hjá BankNordik?
Her fært tú eitt yvirlit yvir, hvat tað kostar okkara kundum at brúka sjálvtøkurnar í Føroyum:
- At taka pening út úr einari BankNordik-sjálvtøku: 2 kr. Børn, ung og NordikSolo-kundar rinda tó bert 1,50 kr.
- At taka pening út úr sjálvtøku, sum BankNordik ikki eigur: 5 kr.
- At seta pening inn í eina BankNordik-sjálvtøku: ókeypis
- At taka evrur út: 50 kr. umframt vanliga kostnaðin fyri at taka út á 2 kr.*
*Tó fáa hesir kundabólkar avsláttur av gjaldinum á 50 kr. og rinda í staðin soleiðis: Nordik+ (25 kr.), NordikPremium (12,50 kr.), børn (37,50 kr.), ung (37,50 kr.) og NordikSolo (37,50 kr.).