Búgvið verður viðgjørt

Tá ið ein doyr, skulu ognir og skuld hjá viðkomandi býtast millum tey, ið eftir sita.  

Tað er Skiftirætturin, sum ger av, hvussu búgvið verður viðgjørt, og hvør skal arva. Ein skiftirættarváttan verður útflýggjað, sum er ein váttan fyri, at arvingarnir kunnu ráða yvir ognum hjá tí, ið farin er.

Bankin hevur ikki loyvi at gjalda pengar frá kontuni hjá tí deyða, fyrr enn ein skiftirættarváttan fyriliggur.

Atgongd til kontur

Fyri at bankin skal kunna geva einum atgongd til kontur hjá tí deyða, skal bankin hava:

  • Váttan frá Skiftirættinum

  • Samleikaprógv frá øllum arvingum

  • Undirskrift frá øllum arvingum um, hvussu búgvið skal býtast millum arvingarnar

  • Um ein arvingur skal ráða yvir búgvinum vegna hinar arvingarnar, skal ein fulltrú gerast fyri hvønn av hinum arvingunum.

Les eisini

Hvat hendir í bankanum? 

Her kanst tú lesa, hvat hendir í bankanum, tá ið ein av tínum nærmastu doyr. 

Arvur og testamenti

Hvør arvar teg, og hvønn arvar tú? Les meira her. 

Alt tað praktiska

Fá yvirlit yvir alt tað praktiska, tú skalt hugsa um, tá ið ein av tínum nærmastu doyr. 

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv