Góð undirtøka á Pengadegnum

Umleið 300 føroyskir skúlanæmingar hava fingið kunning um fíggjarviðurskifti seinastu mánaðirnar í sambandi við Pengadagin.

Á Pengadegnum fáa skúlanæmingar í 9. flokki praktiska vitan um pengar. Endamálið er at geva ungum innlit í fíggjarlig viðurskifti, sum ofta kunnu tykjast rættiliga fløkt og fjar.

“Vit vita, hvussu umráðandi tað er, at tey ungu fáa grundleggjandi undirvísing í spurningum um fíggjarviðurskifti, og at tey læra um sunnar pengavanar frá tí tey eru ung. Vit tóku stig til Pengadagin í fjør, so at vit kunnu gera okkara til at tryggja, at tey ungu sleppa undan fíggjarligum fellum og eru betri útgjørd, tá tey veruliga skulu út á arbeiðamarknaðin. Hóast korona hevur havt sínar avmarkingar á skúlavitjanirnar, fegnast vit um góðu undirtøkuna, og eftir ætlan verður Pengadagurin aftur á skránni í heyst,” sigur Turið F. Arge, rakstrarstjóri í BankNordik

Hava vitjað á nógvum skúlum kring landið
Í heyst í fjør fóru vit í gongd við okkara annað umfar av Pengadegnum. Skúlarnir hava sum heild tikið væl ímóti tilboðnum, og seinastu mánaðirnar hava okkara ráðgevar verið úti á skúlum kring landið og greitt næmingum frá um fíggjarviðurskifti. Til samans hava áleið 300 skúlanæmingar luttikið á Pengadegnum, og síðstu avtalaðu vitjanirnar vera eftir ætlan nú í mars og í apríl.

"Tað er gott, at onkur tekur stig til at undirvísa næmingum í fíggjarviðurskiftum.  Hetta eru viðurskifti, sum hava stóran týdning. Forbrúk hjá børnum er stórt í dag og tí er skilagott, at tey fáa forstáilsi fyri pengum," sigur Høgni Joensen, skúlastjóri í Skúlanum við Løgmannabreyt.

Tey ungu vilja vita meira um fíggjarviðurskifti
Eftirspurningurin eftir undirvísing í fíggjarviðurskiftum kemur eisini frá yngra ættarliðnum. Ung fólk eru ikki nóg væl tilvitaði um síni egnu fíggjarviðurskifti, hóast fleiri av teimum vinna egnan pening. Tað halda Kristina Berg og Christian Berg Petersen, ið eru næmingar í Hoyvíkar skúla, og sum í februar løgdu uppskot fram á Ungdómstinginum um, at privatbúskapur eigur at vera lærugrein í 9. flokki. Les greinina her.

Pengadagur aftur í heyst
Næsta umfar av Pengadegnum verður í oktober og november, og allir skúlar eru vælkomnir at tekna seg. Vilt tú vita meira, kanst tú lesa um pengadagin
her.

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv