Halt fundin við okkum á netinum

Um tú vilt, kanst tú halda fund við tín ráðgeva heimanífrá, so tú sleppur undan at koma inn í bankan. Tað er lætt og krevur ongar serligar tøkniligar førleikar ella telduforrit, og hartil er alt samskiftið trygt.

Góð ráð í sambandi við netfundir

Ein netfundur er eitt sindur øðrvísi, enn tá ið tú heldur fund við tín ráðgeva í bankanum.

Tí er tað eitt gott hugskot at hugsa um hetta:

  • Er netsambandið gott heima hjá tær? Tað skal helst bera til at hyggja eftir einum videobroti á netinum.
  • Netfundurin riggar best, um tú og ráðgevin síggja hvørt annað. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur eina friðarliga bakgrund, gott ljós, og um tú ikki situr í mótljósi. Tað ber tó eisini til at halda netfund uttan video.
  • Kanna tøkniligu útgerðina, so tú veitst, at hon riggar.

 

Kvinde foran computer på kontor med headset

Soleiðis gert tú

  • Bílegg fundin hjá tínum ráðgeva ella útfyll oyðublaðið niðanfyri
  • Ein váttan um fundin verður síðani send í Netbankan
  • Tú sært avtalaða fundin í Netbankanum undir “samskifti”
  • 15 minuttir áðrenn fundurin byrjar, kanst tú trýsta á ”Luttak í netfundinum” í Netbankanum


Bílegg fund

Fyll oyðublaðið niðanfyri út, og so seta vit okkum í samband við teg skjótast gjørligt.


Eg vil fegin halda fund

Eg vil fegin tosa um

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv