Stuttlig læring

Vælkomin til okkara síðu!

Vit eita Vitus og Bubu, og vit eru bestu vinir. Vit elska at læra, og saman hava vit gjørt filmar, sangir og annað stuttligt til øll børn í Føroyum. Komið og lærið um tøl og pengar saman við okkum.

 

Filmarnir:

 

Eisini eru lærukort, tímatalva og tekningar frá Vitusi at finna.

Vit gleða okkum at læra saman við tykkum :)

 

 

Lær við Vitusi og Bubu

Vitus lærir Bubu um pengar

Her síggja vit Vitus hjálpa Bubu, tá ið hann ikki kundi keypa allar leikurnar í BR. Vitus lærir Bubu, at hann skal hava pengar fyri at kunna keypa, og at pengar kunnu fara í maskinuna og inn á kortið.

Vitus hjálpir Bubu at skilja virðið á pengum.

Vit læra, at 200 krónur í 2-krónum er eins nógv sum í 5, 10 og 20-krónum og enntá eisini í seðlum.
Tá ið pengarnir eru komnir inn á gjaldskortið, er lætt at spara saman til júst tað, ið vit ynskja okkum.

Vitus lærir Bubu um gjaldskort

Vitus hevur hjálpt Bubu við at skilja, hvussu pengar og gjaldskort skulu røkjast.

Tað er umráðandi at vaksin og børn tosa um pengar, og at vaksin vegleiða børnum í, hvussu pengar og gjaldskort skulu røkjast.

  • Spar saman - ikki brúka ov nógv
  • Títt gjaldskort - eingin annar skal hava tað
  • Títt loynital - eingin annar skal vita tað
  • Nýt Pengaskápið - fylg við pengunum

Pengaskápið

Við Pengaskápinum fær barnið yvirlit yvir egna samansparing og nýtslu  - bara við at hyggja í telefonina.

Les meira

Snild app til lummapengar

Í dag hava foreldur og vaksin ikki altíð reiðan pening í lummanum, tá ið børn skulu hava pening til eitthvørt, og tí verður peningurin ofta fluttur á kontu hjá børnum í Netbankanum. Við Pengaskápinum sær barnið, hvussu nógvan penging tað eigur at brúka, og um t.d. lummapengar eru komnir á kontuna. Appin er sostatt eitt snilt amboð, sum gevur barninum yvirlit og mennir tilvitið um egin peningaviðurskifti.


Við Pengaskápinum kann barnið fylgja við nýtsluni ella síggja samansparingina vaksa og harvið gerast tilvitað um egin peningalig viðurskifti og skynsamar peningavanar.

 

 

Lærukort

Lærukort frá Vitusi gera tað stuttligari og lættari hjá skúlabørnum at læra at rokna, falda, skriva, stava og at læra um veður og vind. Lærukortini eru at fáa í bankanum, og til ber eisini hjá skúlum at fáa lærukortini til børnini. Kortini eru úr pappi, og tey eru gjørd soleiðis, at tey kunnu vera við í skúlataskuni hvønn dag.

Eisini ber til at prenta ymisku lærukortini og tekningarnar niðanfyri út við at trýsta á myndina.

Heinta lærukortini

Bókstavir

Á hesum lærukorti eru bókstavirnir allir uppsettir við væl kendum orðum. Til børn í 1. og 2. flokki.

Stóra og lítla tabel

Her ber til at læra at leggja saman og draga frá við at telja upp og niður. Til børn í 1. og 2. flokki.

Roknitalva

Her ber til at læra at leggja saman og draga frá við at telja upp og niður. Til børn í 1. og 2. flokki.

Tímatalva

Málreglur

Við málreglunum læra børnini nakrar vanligar reglur viðvíkjandi mállæru og stavseting. Til
børn úr 4. flokki – og til restina av
húskinum.

Fjøll og vøtn

Her kunnu børnini læra um hægstu fjøllini og størstu vøtnini í Føroyum.
Til øll.

Ættirnar

Børnini læra um ættirnar og vindmegi, og kanska tey eisini læra at skilja veðurtíðindini í útvarpinum. Til børn úr 6. flokki – og restina av húskinum.

Prenta út og lita

Vitus

Bókstavarað

Vitus blinkar

Vitus spælir

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv