Sjúka

Fyri fleiri kann sjúka og deyði liggja fjart – og tað er kanska nakað, sum vit ikki hugsa so nógv um í gerandisdegnum. Men tað er umráðandi, at tú tryggjar teg, tíni børn og tína familju, tí skuldi okkurt hent, og tú ikki hevur røttu tryggingarnar, kann støðan brádliga gerast sera trupul.

Ert tú vorðin sjúk/ur, er tað umráðandi, at tú kannar, hvørjar møguleikar tú hevur. 

Tá ið tú ert vorðin sjúk/ur

Um tú ert vorðin sjúk/ur og ikki hevur møguleika at uppihalda tær og tínum, er tað skilagott at kanna eftir, hvørjar tryggingar tú hevur, og hvat tú hevur rætt til viðvíkjandi løn og treytum gjøgnum títt arbeiðspláss. Á heimasíðuni hjá Almannaverkinum kanst tú eisini lesa um, hvørjar veitingar, tú kanst fáa. 

Les um fyribils uppihaldsveiting á heimasíðuni hjá Almannaverkinum

Kundi tú hugsað tær eitt prát um tína fíggjarstøðu, og um hvussu tú kanst tillaga tína fíggjarætlan, ert tú altíð vælkomin til eitt prát við okkum. 

Ert tú avvarðandi?

Sum avvarðandi er nógv at taka støðu til. Umframt kensluliga partin, sum helst fyllir mest í hesi tíðini, kunnu stúranir um tað fíggjarliga eisini stinga seg upp. Her hava vit savnað nøkur góð ráð til tín, sum er avvarðandi. 

Tryggja teg sum ung/ur

Tørvurin á trygging er ofta størstur, tá ið tú er ung/ur, tí tá hevur tú fíggjarliga ábyrgd. Tey flestu hava ein bústað, ein ella fleiri bilar og eina familju at taka sær av, sum saman seta krøv til fíggjarstøðuna. 

Harafturat kann tað vera trupult at fáa fyritíðarpensjón – og næstan ógjørligt, tá ið tú ert undir 40 ár. Hetta kann hava við sær stóran skurð í inntøkunum, um tú brádliga gerst sjúk/ur og ikki kann arbeiða.

Sum tú gerst eldri minkar tørvurin á trygging í takt við, at skuldin verður afturgoldin og børnini flyta heimanífrá – men hetta er sjálvandi ymiskt frá familju til familju.

Finn røttu tryggingarnar til familjuna

Við røttu tryggingini tryggjar tú tær, tínum børnum og familjuni sum heild størri fíggjarligan tryggleika, um okkurt skuldi hent. Við einum lutfalsligum lágum gjaldi kanst tú tryggja tær útgjald fram til pensjónsaldur, um so er, at tú verður óarbeiðsfør/ur – bæði orsakað av vanlukku, sjúku ella sliti.

Harumframt eigur tú eisini at hava lívs- og heilsutryggingar í huga, sum kunnu tryggja skjóta viðgerð á privatsjúkrahúsi, og í hesum sambandi er eisini týðandi, at tú tryggjar tíni børn.

Ert tú nóg væl tryggjað/ur?

Kanska tú longu hevur fleiri tryggingar, men gev gætur, at fleiri av teimum tryggingunum, sum tú hevur teknað gjøgnum títt arbeiðspláss, bara eru galdandi, um tú gerst varandi sjúk/ur ella gerst fyritíðarpensjónistur. Tí er umráðandi, at tú kannar tína pensjón og tínar tryggingar og leitar tær ráðgeving fyri at fáa yvirlit yvir tína støðu og loysnir, sum passa til júst tín tørv.

Les eisini

Tryggja teg og familjuna

Finn tryggingar, sum hóska til júst tín tørv. 

Lívstryggingar

Her er yvirlit yvir okkara lívstryggingar. 

Hevur tú røttu pensjónina? 

Her kanst tú lesa um, hvat tú skalt hugsa um í sambandi við pensjón. 

Arvur og testamenti

Hvat skalt tú hugsa um í sambandi við arv og testamenti?

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv