Støðan á partabrævamarknaðinum eftir eitt baldrut 2020

Korona setti sín dám á 2020 – eisini á partabrævamarknaðin. Tá ið ymsu londini lótu aftur í vár, ávirkaði hetta fíggjarmarknaðirnar nógv. Í februar- og marsmánað fall MSCI World-indeksið við meira enn 30%. Sama tíðarskeiðið fullu renturnar á statslánsbrøvum eisini, og fyrsti ársfjórðingur í fjør var tann svárasti fyri partabrævamarknaðin síðani fíggjarkreppuna í 2008. Partabrøvini raktu botnin 23. mars, men longu ein mánað eftir vórðu partabrøvini hækkað við 30%, og 2020 endaði hóast alt við einum positivum avkasti.

Partabrævamarknaðurin í dag

Seinasta mánaðin er MSCI World-indeksið hækkað við meira enn 4%, og seinastu tveir mánaðirnar hava vit havt eitt avkast á heili 9,5%.

Tað eru fleiri orsøkir til góðu gongdina. Fyrst av øllum hevur koppsetingin móti COVID-19 havt positiva ávirkan á marknaðirnar. Eisini eru fleiri stórir hjálparpakkar, ið hava stuðlað undir øktum virksemi hjá fyritøkum kring heimin. Millum annað heldur Evropiski Miðbankin (ECB) fram við sínum núverandi pengapolitikki, sum fevnir um lágar rentur og stór keyp av lánsbrøvum. Hetta fær íleggjarar at flyta seg frá tryggum íløgum, so sum lánsbrøvum, til m.a. partabrøv.

Harafturat síggja vit, at partabrøvini hækkaðu samstundis sum forsetaskiftið í USA. Dagin eftir, at Joe Biden varð tikin í eið, hækkaðu partabrøvini so mikið, at hetta er størsta hækkingin eftir einum degi, eftir at nýggjur forseti hevur tikið við.

So gongdin higartil í 2021 hevur verið góð.

Góðar vónir fyri 2021

Koppsetingin móti COVID-19 verður helst drívmegin handan eini búskaparligari uppgongd, sum vit vónandi fara at síggja í 2021. Tó so síggja vit høgar prísásetingar á partabrøvum, og sostatt kunnu vit vænta nøkur sveiggj á vegnum.

Tíðin har feløg lata inn roknskap er byrjað, og gongdin plagar at síggjast á partabrævamarknaðinum. Í USA hava 68 av 500 feløgum í S&P500 lagt fram sín roknskap fyri fjórða ársfjórðing. Yvirskipað síggja vit, at fleiri feløg klára seg betri enn væntað.

Í Evropa síggja vit eisini góð úrslit hjá teimum fyrstu 19 feløgunum, sum hava lagt roknskap sín fram innan STOXX600.

Harafturat síggja vit, at rentustøðið enn er lágt, sum helst fer at hava við sær positiva gongd á rentumarknaðinum, ið síðani kann ávirka partabrævamarknaðin rætta vegin. Fyrivarni skulu tó takast, tí vit síggja millum annað høgar prísásetingar á partabrøvum og stóra skuld hjá fyritøkum, ið kann hava negativa ávirkan á møguligt avkast.